Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russiska miðlaeftirlitið, Roskomnadzor, hevur stongt fyri atgongd til heimasíðuna hjá Bild, eftir at týski miðilin fór at skriva á russiskum um kríggið í Ukraina. Bild skal millum annað hava skrivað, at Russland er við at nærkast "fullkomunum diktaturi".

Ongin frágreiðing er tó komin frá Roskomnadzor um, hví russar ikki longur sleppa at lesa Bild, sum er størsti miðilin í Týsklandi, á netinum. Men stjórin á Bild, Johannes Boie, sigur, at stongsulin hjá russum júst vísir, at miðilin er á rættari leið.

Russiskir miðlar hava í fleiri vikur verið sensureraðir, so teir ikki sleppa at siga nakað um kríggið, annað enn tað sum myndugleikarnir hava góðkent áðrenn. Tað hevur fingið størsta andstøðumiðilin í Russlandi, Novaya Gazeta, at taka avgerð um als ikki at siga nakað um kríggið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo