Russisk missil raktu sølumiðstøð í dag har yvir 1000 fólk vóru inni, sigur ukrainski forsetin Zelenskyj.
Volodymyr Zelenskyj undirstrikar, at málið var ikki nøkur hóttan móti russiska herinum.
- Sløkkiliðsfólk royna at sløkkja eldin, vit kunnu ikki ímynda okkum talið av offrum, skrivar forsetin ´Instagram.
Tíðindastovurnar skriva, at minst tíggju fólk eru deyð higartil og yvir 40 særd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo