Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu, hevur fyri aðruferð síðani kríggið byrjaði verið á frontinum og hugt at standinum. Og heimaftur komin hevur hann sagt við russisku tíðindastovuna Tass, at boðini til russisku hermennirnar vóru, at teir nú skulu herða innsatsin.

Endamálið við at herða innsatsin er at forða ukrainska herinum í at gera álop í russiskt vinarliga sinnaðu landslutunum Luhansk og Donbas.

Russland hevur seinastu dagarnar brúkt tung vápn til tess at gera ukrainsku verjuna moyra, og fleiri staðni frættist frá stórum mannfalli. Eitt nú heldur Russland uppá, at russiski herurin hevur oytt eina heima ukrainska herdeild við 600 monnum nærhendis býnum Siversk. Ukraina hevur ikki váttað tíðindini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo