Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russiski journalisturin Marina Ovsjannikova var handtikin í gjár, skrivaði tíðindastovan AFP, sum endurgevur frá hennara advokati.

– Marina er handtikin. Einki verður sagt um hvar hon er, stendur í eini fráboðan á Telegram-kontoini hjá journalistinum, sambært tíðindastovuni.

Journalisturin gjørdist kend um allan heimin tá ið hon í mars í ár avbreyt eina tíðindasending í Kanal 1, sum er ein av størstu sjónvarpsrásunum í Russlandi.

Ovsjannikova vísti eitt skelti har tað stóð «No war», «trúgv ikki propagandaini» og «steðga krígnum» í Ukraina, skrivar NRK.

Í dag sigur hennara advokatur, at hon er leyslatin aftur, sambært AFP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo