Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russiski netmiðilin Lenta.ru almannakunngjørdi í nátt 20 sera atfinningarsamar greinir um kríggið og Vladimir Putin, skrivar VG.

Fyrrapartin í dag eru tær strikaðar, men framvegis at finna í netarkivinum Wayback Machine.

Sambært VG eru nakrar av yvirskriftunum:

«Putin byrjaði eitt av blóðigastu krígnum í 21. árhundraðinum»

«Kríggj ger tað lættari at fjala útyvir ringa búskapin. Putin má vekk. Hann byrjaði eitt meiningsleyst kríggj og koyrdi Russland í heljardýpið»

«Russiskir myndugleikar hava bannað journalistum at umtala tað negativa»

«Russland hevur fullkomiliga lagt Mariupol í oyði»

«Russland hóttir við at oyða allan heimin»

«Vladimir Putin segði ósatt um ætlanina hjá Russlandi í Ukraina»

«Zelenskyj vísti seg at vera kulari enn Putin»

«Vladimir Putin er vorðin ein neyðarsligur einaræðisharri og paranoidur»

«Russland letur líkini av sínum hermonnum liggja í Ukraina»

«Verjumálaráðið leyg fyri teimum avvarðandi um teir dripnu umborð á krígsskipinum «Moskva»

«Starvsfelagarnir hjá Putin ætla at flyta Russland 100 ár aftur»

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo