Moralurin er lágur í russiska herinum, sum hevur gjørt innrás í Ukraina. Fleiri hermenn nokta heilt einfalt at fara til Donbas landslutin har eysturi, tí møguleikin fyri at falla í krígnum er sera stórur.
Tað skrivar Study of War.
Ukrainska fregnartænastan skal hava lurtað eftir telefonsamrøðum, har tað er týðuligt, at ein stórur partur av hermonnunum, sum eru í Donbas, eru har ímóti sínum vilja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo