Hvørki Joe Biden, Mark Zuckerberg ella Morgan Freeman skulu gera sær vónir um at fáa innferðarloyvi til Russlands í bræði.
Tað er greitt eftir at Russland í dag kunngjørdi ein lista við ikki minni enn 963 víðagitnum amerikanarum, sum fyribils ikki kunnu fáa innferðarloyvi.
Eisini uttanríkisráðharrin, Antony Blinken (myndin) og stjórin í CIA, William Burns eru raktir av russiska innferðarbanninum.
Russlandi sigur, at listin hevur til endamáls at "avmarka USA, sum roynir at innføra nýkolonialismu um allan heimin". Onnur halda, at listin helst er eitt svar uppá avmarkingarnar sum vesturheimurin hevur lagt á Russland eftir innrásina í Ukraina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo