Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russiskir myndugleikar siga at manning á diplomatisku støðunum í Ukraina verður biðin um at koma heim av óttanum fyri ukrainskari provokasjón.

– Av óttanum fyri møguligari provokasjón frá stýrinum í Kiev ella øðrum londum hava vit avgjørt at optimaliserað diplomatisku manningina í Ukraina, sigur Maria Zakharova, frá russiska uttanríkismálaráðnum í dag, sambært Reuters.

Samstundis avvísur sandistovan hjá Russlandi til Washington amerikansku pástandirnar um at Russland hevur ætlanir um at leggja á Ukraina ein av fyrstu døgunum.

– Óneyðugur ótti verður breiddur út í USA uttan at koma við nøkrum prógvum til tess at stuðla pástandunum, sigur sendimaðurin Antolij Antonov.

Hann heldur at amerikansku úttalilsini vísa einans at USA hevur hert um sína propagandu móti Russlandi, skrivar NTB.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo