Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú Eysturoyartunnilin varð tikin í nýtslu, vórðu nógvar fagnaðarrøður hildnar, og sum væntandi var, tóku fleiri hetta fram, at nógv er hent, síðani “RUTH” røkti siglingina inn á Skálafjørðin fyri um hundrað árum síðani.

Hetta er ein sjálvsøgd niðurstøða, tá ið hugsað verður um, hvussu føroyskir politikarar hava raðfest undirstøðukervið og samferðsluna.

Í øllum hóvastákinum verður tó gloymt, hvat ið vit við hesi ovurhonds íløgu – 3000 milliónum krónum nú í 2020, oman á tær túsundtals milliónir, sum eru brúktar til grót og jarðbik og hol hesi seinastu 50 árini – ikki halda okkum hava ráð til:

1. Fróðskaparsetrið varð sett á stovn í 1965. Enn eiga vit ongan bygning at hýsa okkara lærda háskúla.

Sagt við myndamáli: “RUTH” – hon duffar við sama lag.

2. Einaferð vóru ætlanir at byggja landsbókasavn og landsskjalasavn saman á Debesartrøð. Ein bæriligan bygning, sum fremsti arkitektur okkara, J.P. Gregoriussen, hevði teknað. Har legði politiski myndugleikin uppí við tí úrsliti, at Tjóðskjalasavnið enn hølist í einum myrkum kjallara.

Sagt við myndamáli: “RUTH” – hon duffar við sama lag.

3. Undangongufólk – menn og kvinnur – fingu fyri meira enn hundrað árum síðan á føtur Føroya fornminnissavn. Enn eigur Fornminnissavnið ongan bæriligan bygning.

Sagt við myndamáli: “RUTH” – hon duffar við sama lag.

4. Sjónleikur hevur verið leiktur í Føroyum frá seinast í 18. øld. Enn eiga vit einki tjóðleikhús, tað sum danir hava átt í 250 ár, norðmenn í stívliga 100 og íslendingar í 70 ár.

Sagt við myndamáli: “RUTH” – hon duffar við sama lag.

5. Undir 2. veraldarbardaga settu føroysk lesandi í Keypmannahavn Listafelag Føroya á stovn. Endamálið var at savna føroyska list, sum við tíðini skuldi fáa eitt heim í Føroyum. Í 1948 stovnaði Føroya Løgting Føroya Almenna Listasavn við tí fyri eyga at skapa eitt alment savn av list í sínum egna bygningi. Hesi bæði søvn - hjá Løgtinginum og Listafelag Føroya - vórðu í 1989 løgd saman til Listasavn Føroya, ið umsitur Listaskálan.

Listaskálin er alt ov lítil og hevur mongu seinastu árini likið í eyri og seyri, so stórur vandi er fyri, at virðismiklu listaverkini fara fyri skeytið.

Sagt við myndamáli: “RUTH” – hon duffar við sama lag.

6. Málnevnd varð skipað í 1985 og umskipað til málráð í 2012. Ráðið heldur til í einum av minstu húsunum í høvuðsstaðnum, Handan Á 5. Ein beinrakin mynd av, hvussu lítið málstarv hevur verið mett í politisku skipanini.

Sagt við myndamáli: “RUTH” – hon duffar við sama lag.

Soleiðis kundi verið hildið fram, men vit kundu eisini farið inn á onnur øki enn mentanarøkið. Bara sum dømi hetta:

7. Kanningar vísa, at um 25 % av okkara ungdómi “hevur ilt í sálini”. Tað mátti fingið onkran politikara at vaknað og spurt, hví hetta er so. Men sjúkur ungdómur og tey, ið annars ikki hava tað gott, verða ikki raðfest í hesum samfelagnum, sum nú er vorðið heimskent fyri sína rundkoyring undir havsins botni.

Sagt við myndamáli: “RUTH” – hon duffar við sama lag.

8. Móti endanum kundu vit so kveitt at okkara ríkisrættarligu støðu.

Tá ið “RUTH” sigldi niðan og oman gjøgnum Nólsoyarfjørð, høvdu vit á donskum tingum: fólkatingi og landstingi tvey umboð, sum – tá ið Jóannes bóndi og Edward Mitens eru undantiknir – tíðliga og seint mølmaðu um “de fattige folk udi Færø” og biddaðu pengar. Ein teirra segði á tingsins røðarapalli: “Vi færinger føle os fuldstændig som danske”. Hetta var í 1906.

Í dag hava vit við sama lag eina biddaragreipu á fólkatingi, sum ikki tykist at geva sær far um, hvat ið henda biddingin ger við okkara sjálvsvirðing.

Og stjórnarskipanarlóg hava vit onga.

Sagt við myndamáli: “RUTH” – hon duffar við sama lag.

9. Og so heilt at enda: Tjóðin hevur fagnað, at 30.000 bilar koyrdu gjøgnum Eysturoyartunnilin fyrstu 48 tímarnar. Dálkandi bilar – í eini tíð, har ið heimsins lond leggja doyðin á at avmarka CO2 útlátið.

Samstundis verða tríggir framskygdir súkklarar, ið júst vísa á røttu loysnina, handtiknir og fáa eina munadygga peningabót í part. Føroyingar ynskja ikki longur hvørjum øðrum gleðilig jól, men gleðilig hjól.

So sanniliga duffar “RUTH” við sama lag.

Fyri 2021 fari eg at ynskja, at gamli rutubáturin endaliga verður lagdur, og at føroyingar fara at hugsa um sjálvbjargni, mentanarliga og málsliga menning, um sálarligan trivnað og grønar loysnir.

Gleðiligt nýggjár!

Árni Dahl

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo