Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Tíðindaskriv frá Kunningarstovuni í Runavík: Komandi fríggjadag, tann 15. desember klokkan 17.00, letur Rutt Mikkelsen málningaframsýning upp í Fornminnishúsinum á Skála.

Til hesa framsýningina hevur Rutt málað 26 akrylmálningar, sum flestir eru málaðir síðani í heyst. Rutt er fjølbroytt í sínum stíli, og hevur valt at lata hetta síggjast aftur í framsýningini. Hon er búsitandi í Singapor, men kortini eru hugløg og myndaevnini fyri tað mesta føroysk sum t.d. grindahvalir, seyðir, blómur og sokallaðar skroppur. Hóast Rutt hevur havt fleiri framsýningar seinastu árini, so er hetta fyrstuferð at hon hevur framsýning í síni heimbygd.

Framsýningin er opin í tríggjar dagar fram til sunnudagin 17. desember kl. 18.00.

Rutt Mikkelsen (1962) er ættað av Skála og hevur alt sítt lív verið hugtikin av tí kreativa. Í 2009 kendi hon av álvara at løriftið var hennara yndisspælipláss, og fór tá av álvara undir at mála. Í 2011 byrjaði hon eina diplomútbúgving á listaskúlanum Lotus Educational Institute Fine Art School í Dubai. Tey seinastu tvey árini hevur hon lagt sítt borgarliga starv til síðis og halgað seg til málingina. Í løtuni er hon partur av listafelagsskapi í Singapor, har hon býr. Seinasta árið hevur hon eisini havt skeið og frálæru í máling fyri lokal og útisetar búsitandi í Singapor.

Umframt framsýningar uttanlands, so hevur Rutt havt framsýningar í Føroyum. Í oktobur 2015 luttók hon á mentanarvikuni Skýming í Runavík. Tann framsýningin var ein heiðran av okkara mangan lítið virda fugli, likkuni. Í mars í 2016 hevði hon eina sera væl vitjaða framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.

Tá var evnið ein heiðran av kvinnuni. Og á framsýning á ólavsøku í ár var tað ternan, sum varð heiðrað. Á komandi framsýning á Skála er fokus breiðari við ymiskum føroyskum motivum og í ymiskum stílum.

Framsýningin er opin soleiðis:
Fríggjadag kl 17.00 – 20.00
Leygardag 15.00 – 18.00
Sunnudag 15.00 – 18.00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo