At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein rútur í stýriborði brotnaði, tá Erla Kongsdóttir var á veg úr Nólsoy til Havnar í morgun. Erla vendi við og setti øll fólkini í land aftur í Nólsoy.

Eini 30 fólk vóru við, tá óhappið hendi.

Hetta er aðruferð at rútur er brotnaður á Erlu Kongsdóttir, og tá lá skipið í fleiri vikur, til tað var umvælt. Tá varð sagt, at nýggir rútar av betri tilfari skuldu setast í.

VP frættir, at tað var ongin dramatikkur umborð, tá rúturin brotnaði.  Rúturin var lamineraður, so hol kom ikki á. Men ferðafólkini hava fingið at vita, at ferjan siglir ikki meira fyribils. Tey hava ikki enn fingið at vita, hvør ferja so fer at sigla.

Rúturin sum brotnaði í morgun er ikki ein av rútunum sum áður er brotnaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo