Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

"Sirm" og "Longsul" eru seinastu løgini á EP'ini TVEY hjá Safir. Og nú leita teir sær aftur á kærleiksslóðina.

Sangurin "Longsul" snýr seg um eina samantvinning av heimlongsli og tráan eftir kærleika, meðan "Sirm" snýr seg um mistan kærleika og afturlit.

Bæði løgini hevur Safir innspælt í FH-Studio í Havn. Á "Longsul" spæla eisini Rógvi Á Rógvu á  trummum og slagverki, Arnold Ludvig á bass og Finnur Hansen á tangentljóðføri, slagverk og kór. Á "Sirm" spæla Rógvi Á Rógvu á slagverk, Uni Debes á sologittar og Finnur Hansen á tangentljóðføri, slagverk og kór.

Øll løgini á EP'ini TVEY eru løgd til rættis og framleidd av Finni Hansen og Safir. Finnur Hansen hevur tikið upp, ljóðblandað og mastrað

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo