Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

"Hvaðan kemur regnið" er næsta staklagið hjá Safir av útgávuni TVEY. Hóast vár enn er í luftini, eru tað eisini løtur við regni. Tað kann tó onkuntíð verða torført at skilja, hvaðan regnið kemur.

Soleiðis er eisini í lívinum. Og við hesum lagnum rør Safir aftur á slóðina, har teir ferðast millum skemt og álvara. Millum lætt vár og tyngri løtur.

Lagið hevur Safir upptikið í FH-Studio saman við Arnoldi Ludvig á bass, Rógva á Rógva á trummum og Finni Hansen á tangentljóðføri, gittar og slagverk. Framleitt hava Finnur Hansen og Safir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo