Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tann triði av 5 fyrilestrum í røðini, verður nú 26. januar 2016

Hesir fyrilestrar eru sum áður lýst, í samband við virksemi hjá Økispsykiatriini í Norðstreymi.

Allir fyrilestrarnir vera í felagsskúlanum á Oyrarbakka.

Skipa verður fyri 5 fyrilestrum, har fokus verður sett á sálarheilsu og sálarsjúk, hvørji eru eyðkennini, hvar kann ein venda sær og hvørja hjálp kann ein fáa.

Eins og við øllum øðrum sjúkum er umráðandi at fáa staðfest so tíðliga sum gjørligt, um talan er um sjúku, so viðkomandi kann fáa skjóta og rætta viðgerð.

Undanfarnu fyrilestrarnir í hesi røð hava verið; alment um sálarheilsu og sjúku og um tunglyndi. Nú verður so bjóða til triðja fyrilesturin í hesi røð.

Almennur fyrilestur um persónleika órógv verður á Felagsskúlanum á Oyrarbakka týskvøldið 26. januar kl. 19.00.

Erling Fles, sálarfrøðingur  á Psykiatriska deplinum, kemur at halda fyrilestur um evnið.

Høvi verður at seta spurningar og kaffi verður í steðginum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo