Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Talan er um egg frá framleiðaranum DANÆG A/S. Framleiðarin hevur fleiri garðar, sum hava ymiskan framleiðsluform, tískil fevnir afturkallingin um fleiri sløg av eggum, sigur Heilsufrøðiliga.

Talan er tó bert um egg, sum eru stemplaði við tølunum 081131 aftaná DK á eggunum, sum eru afturkallaði.

Vøran er seld í føroyskum handlum, og eigur at verða latin inn aftur.

Um salmonellu verður sagt: Tað er vandi fyri smittu við salmonellu. Ein verður ikki sjúkur av salmonella, um matvøran er ordiliga gjøgnum hitað og ein hevur góðar køksvanar. Sjúkueyðkenni eru diarré, búkpína, febur, ilt í høvdinum og møguliga kvalmi og spýggja. Ein kann vera sjúkur í nakrar fáar dagar og upp til fleiri vikur. Um sjúkan gerst álvarsom ella er leingi, kann tú venda tær til egnan lækna ella læknavaktina.

Les meira um afturkallaðu vøruna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo