At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað verður mest vesturætt, men lítil vindur, nógvar sólløtur og lítið avfall í vikuni sum kemur.

Veðrið í morgin verður at kalla tað sama sum í dag. Fleyr til gul av vestri, turt og hitin um 12 stig.

Týsdagin og mikudagin kanska meira høgur í ættini, gul til stívt andøvsgul ímillum vestan og útnyrðing, sól og hitin upp í 15 stig.

Hósdagin og fríggjadagin mestsum logn, sól ein stóran part av degnum hósdagin, løtur við sól fríggjadagin, tá hann eisini fer niður í sunnan og síðani landsynning.

Næsta vikuskifti verður ættin landsynningur og eystan, mest skýggjað men turt fyri tað mesta og hitin 10-13 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo