Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Rudda Føroyar: Føroyar eru í ár við á altjóða ruddingardegnum á triðja sinni, og hóast endamálið er hitt sama - at fáa einar ruskleysar Føroyar - verður átakið skipað nakað øðrvísi hesa ferð. Vit rudda ikki bara í ein dag, men í eina viku, frá 12.-19. september, og orsakað av koronu rudda vit saman, men hvør sær.

Soleiðis luttekur tú:
- Tú ruddar í ein ella fleiri av døgunum 12.-19. september.
- Tú vigar ruskið ella metir um vektina.
- Tú skrásetir nøgdina av burturkasti her: https://ruddaforoyar.fo/skraset-innsamling

Ongar skipaðar ruddingar verða í ár, og tí verður heitt á fólk um at sjálv beina ruskið burtur á rættan hátt og at skipa fyri egnum hugnaløtum.

Vís okkum tykkara ruddingarmyndir við at nýta: #letsdoitføroyar#ruddaføroyar2020

Rudda Føroyar er ein partur av altjóða felagsskapinum Let's Do It! World, ið varð stovnaður í Estlandi í 2018. Endamálið við felagskapinum er fáa so nógv fólk sum gjørligt at tekna seg til at rudda um allan heimin. Í 2018 luttóku umleið 18 milliónir úr 157 londum á altjóða ruddingardegnum, og í 2019 luttóku 20 milliónir sjálvboðin úr 180 londum. í Føroyum vórðu 22,1 tons ruddað í 2018 og yvir 28 tons í 2019.

Hjálp okkum eisini at fáa boðskapin út til so nógv sum gjørligt, við at brúka okkara vangarammu á Facebook:
www.facebook.com/profilepicframes/

Saman kunnu vit skapa ein ruskleysan heim.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo