Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ivi sáddur og mistonkiligt gjørdur á sambandsfundi, at útleiga kvotur, sjálvt um allar lógir og reglar verða hildnar og onki ólógligt er gjørt. Vanliga verða nógvar kvotur leigaðar út hvørt ár, tí man er noyddur til tess. Annars vera tær ikki fiskaðar.

1. INNGANGUR
Sá í tíðindunum herfyri, endurgivin frásøgn frá sambandsfundi, har Hans Højgaard nevnir, ein persón at vera sofaseljari. Hetta snýr seg um, at ein krambakallur selur kvotur á sofuni við eini iPhone.

Seinri síggi eg, at sjálvur løgmaður endurtekur omanfyri nevnda úttalilsi og nevnir nakað soleiðis, at “hatta skal gerast nakað við”.

Mínir fyrstu tankar vóru, at tann fyrsti visti ikki, hvat hann tosaði um, men tann næsti átti at vitað betur. Teir kenna ikki og hava ikki sett seg inn í okkara støðu og okkara søgu.

Tí velji eg at svara aftur. Eg fari at svara uppá støðuna og søguna, fari ikki at skriva um persónar, uttan omanfyri nevndu.

Støða okkara er heilt stutt tann, at politiska skipanin hevur tikið grundarlagið undan okkara skiparakstri, við at minka makrel kvotu okkara í ávísum føri við ca. 73%. Hetta frá at raksturin ber seg, til at raksturin gevur stórt hall.

Hugsa tær Løgmaður, at inntøka tín fór niður við 73%, soleiðis at tú bert vann pening 1-2 mánaðir um árið?
 
2. Fororð
Tað ber illa til at úttala seg, ella koma við niðurstøðu um annan persón, slettis ikki á hægsta flokksfundi í landinum, tá man ikki kennir støðuna hjá okkum/mær.

Men tá hægsti maður í Føroyum úttalar seg, setti eg meg við telduna, at skriva aftursvar.

Havi ringt til Hans Højgaard og greitt honum frá støðu okkara, hann skilti meg væl, tí hann er fyrrv. skipari, ein kvota uppá 1.600 tons ber onki skip. Ja hvat ger man so ?? Man ger tað, sum man skal og er noyddur at gera, og sum aðrir reiðarar eisini gera, innanfyri lógarinnar karmar.

Ringdi til løgmann, men hann svarar ikki ella hevur ikki stundir at tosa.

Haldi at fólk eiga at kenna støðuna, tí er hendan greinin skrivað.

Fólk fáa fatan av, at okkurt er ólógligt, men her skal sláast fast beinanvegin, at alt arbeiði sum undirritaði hevur gjørd, er samb. galdandi lógum og onki er ólógligt.

Annars eri eg troyttur av, at hoyra skeivar søgur um meg.

Abbin Sandur við Misá
Abbin var ein keypmaður ella krambakallur, sum nevnt verður, og ein góður sambandsmaður.

Hann segði, tá hann fór at velja til løgting og kommunuval at “HANN VALDI TANN SUM GJØRDI MEST FYRI ØKIÐ/BYGDINA”, tá kundi hann velja aðrar flokkar, ja tann sum vildi økinum best. Hendan hugsunarháttin dámdi mær sera væl.

3. Støðan í Suðuroynni og serliga Suðuroyar sunnaru helvt
Øll vita at Suðuroyar Sunnara helvt treingir til - manglar yvir 2-300 føst arbeiðspláss og her er stórt arbeiðsloysi, heilt aftur frá tíðini har Vágs bygd misti tey 3-400 arbeiðsplássini í fiskivinnuni, fyrst í hesi øld.

Oyggin hevur hægsta arbeiðsloysi og lægstu lønarinntøkur í miðal býtt yvir landið.

Unga fólkið flytir av bygdini at finna arbeiði, nógv pendla og mugu finna arbeiði í øðrum økjum í landinum, onnur flyta av landinum. Flest fólk vilja og ynskja at arbeiða, har sum tey búgva.

Vit hava í 20-30 ár roynt at útvega arbeiðspláss í økinum, greitt politikarum og øðrum um støðuna, men støðan er ikki nógv broytt.

Tit politikarar mugu nú staðfesta, at tit mugu gera okkurt við arbeiðsloysi í Suðuroynni, serliga Suðuroyar sunnaru helvt, tí tit hava eisini ábyrgdina av, at Suðuroyggin er og verður ein partur av landinum.

4. Um okkum Ocean Group Faroes
Fyri uml. 8-9 árum síðani keyptu vit kvotur og skip fyri yvir 100 mio. kr.

Tá vit keyptu kvotu okkara, høvdu vit yvir 4.400 tons av makreli, hesi tonsini bóru eitt skip, men politiska skipanin hevur skorið tey 4.400 tonsini niður í 1.600 tons í ár 2021 ( nú er kvotan hækkað 60% í samb. við strandalanda ósemjuna, har føroyingar ásettu sær hægri kvotu, men hendan hækkingin kann væntast, at fella burtur í framtíðini).

Taka vit bert Stillahavskvotu okkara, hon var uml. 1.600 tons, nú er hon uml. 431 tons, ein lækking uppá 73,1% (í samb. við omanfyri nevndu stranda landa ósemjuna, er hon hækkað í ár við 60% til 690 tons).

4.400 tonsum av makreli bera eitt minni skip, men 1.600 tons av makreli, geva einum minni skipi eitt rakstrarhall uppá ca. 10 mio kr. um árið. Tí kann man ikki krevja, at kvotur vera lagdar á skip, tá tær ikki bera eitt skip.
 
5. Lógarbroytingar sum raka og raktu okkum harðast
Hevur man t.d. skip, sum hevur ov lítla kvotu, og tekur tað av landinum í eitt tíðarskeið, fyri at hava inntøku til skipið í tíðarskeiðinum har skipið annars liggur, ja, so fær man eina karantenu uppá 2 ár.

Lógin er broytt ímóti okkum politiskt. Soleiðis at kvotan frá at geva vinning, gevur hall uppá 10 mio. kr. hetta um vit høvdu skip á loyvunum. Politikarar hava minkað okkara kvotugrundarlag soleiðis, at loyvini ikki hanga saman til ein nótabát.

Vit hava fingið ultimatum, at loyvir skulu liggja á stáli áðrenn 31.12.2021, tvs. at teir sum hava ov lítlar kvotur mugu selja, ella kanska leggja saman við øðrum. Selur man, so fellur skattur, leggur man saman við øðrum feløgum, ja, so fellur skattur.
 
Skattur av kvotusølu
Selur tú loyvir sum fyrr nevnt so verður ein brandskattaður.

Dømi: Keypir tú loyvi fyri 10 mio. og selur tað sama dag fyri tað sama, so skal tú skattast við ca. 5 mio. tvs. at tú hevur eitt hall uppá 5 mio. kr. av søluni samb. lógini.

Havi ongantíð fingið kvotu tilluútaða frá landinum, ONGANTÍÐ.

Teir frægastu at hjálpa okkum í Vági vóru 2 tvøramenn og ein eysturoyingur, tá vit fyri fáum árum síðani, vóru um at missa loyvini í samb. við eina lógarbroyting í tinginum.

Havi ongantíð brotið lógina, sjálvt um nógv og nógvir hava roynt at ákæra okkum.

Lógarbroytingar, niðurskurðir av kvotu, hava sum regul passað sera væl ímóti okkum ella til okkum, sær út sum um man vil hava okkum út úr vinnuni. BERT TÍ VIT ROYNA AT ÚTVEGA ARBEIÐSPLÁSS TIL HART RAKTA ØKI OKKARA.

Okur hava roynt alt, sum vit kunna, men forðingarnar eru øgiligar.

Í §2 í Lógini um vinnuligan fiskiskap stóð, at Fiskivinnan skal vera til virksemi um alt landið. Hesin paragrafur er strikaður. Hví er hesin paragrafur strikaður? Jú, so verður fiskivinnan miðsavnað og smáu økini doyggja út, júst sum vit síggja í londunum uttanum okkum.

6. Selja kvotur
Havi hoyrt fleiri ferðir, at vit selja loyvir av fjørðinum frá ávísum politikarum, tað passar ikki, vit eiga loyvini enn.

Hans Højgaard sigur, at vit selja kvotur, tað er ósatt, kvota verður útleigað.

Vanliga verða kvotur, hjá føroyskum reiðarum, leigaðar út kanska 100-200 tils. hvørt ár, av ymiskum góðum grundum, einasta sum er noyddur at leiga kvotur í Vági. Tá eysturoyingar leiga 40-70 kvotur hvørt ár.

Flest allir sum hava selt kvotur hava fingið meir kvotur, eg eri skuldsettur fyri at selja kvotu, tað er svartasta lygn, felag mítt, sum fyrr nevnt, eigur allar kvoturnar enn.

Men politiska skipanin hevur gjørt tað, at tilber ikki at reka skip, tá man tekur kvotu grundarlagið av skipinum og gevur hesar kvotur til onnur.
 
7. Søguliga gongdin hjá okkum
1.       Politikarar minka kvotu okkara, soleiðis at hon ikki ber skip.

2.       Verður skip selt av landinum, ja so fær skipið eina karantenu uppá 2 ár, hetta soleiðis at tilber ikki at halda skipið í drift í øðrum londum, fyri síðan at taka tað heim aftur til Føroyar.

3.       So verður gjørd lóg sum sigur, at um loyvini ikki liggja á stáli, so missa reiðarar loyvini, man kann ikki leggja loyvir á stál, hetta um tað ikki ber seg.

4.       Ultimatum 31.12.2021 skulu loyvir liggja á stáli.

5.       So kemur næsta lógaruppskotið, at selja tit loyvini, so skulu tit brandskattast, soleiðis at man situr eftir við stórari skuld eftir søluna.

6.       Um bert ein flyting verður fram í eigaraskarðanum fellur stórur skattur.

7.       Tað skal vera gott at vera í fiskivinnuni sigur løgmaður í løgmansrøðuni. Vit hava staðfest, at tað skal ikki vera gott fyri okkum at vera í fiskivinnuni.

8.       Vit ynskja ikki at selja, men eru noyddir, um politiska skipanin ikki vil geva okkum betri treytir.

Allar hesar lógarbroytingarnar eru, sum man tekur til, skraddaraseymaðar til ella ímóti okkum.

8. Krambakallur, sofaseljari og handil 125 ár
Eina tíð var man jagstraður sum reiðari, men nú jagstraður sum krambakallur.

Nei, hann er gjørdur til “Sofaseljara” av politisku skipanini – teimum, sum ikki ynskja okkum framgongd.

Okur vilja eisini liva/búleikast her í Suðuroynni eins og tit, ið búleikast aðrastaðni kring landið.

Eg eri ein av teimum fáu krambakøllunum, sum eru eftir, vil heldur kallast ein lokalpatriotur.

Krambakallurin skal saman við øðrum skjótt halda 125 ára hald fyri handlinum, sum er elsti handil í Vági, Suðuroynni og kanska eisini elsti handil í Føroyum.

Ærumeiðing samb. sakførara
At niðurgera og kalla fólk fyri krambakall og sofaseljara, kemur undir ærumeiðing samb. sakførara okkara.

Hetta er sum fyrr nevnt, ikki fyrstu ferð at eg eri niðurgjørdur í almenna rúminum við følskum pástandum.

Ein hvalbingur segði til dyst, “fær tú ikki mannon tak so bólton” tað er júst, sum eg upplivi tað, tá man verður viðgjørdur í almenna rúminum, fólk mugu seta seg inn í støðuna.

Serliga hægsti maður í Føroyum, áðrenn hann kann úttala seg.

Man verður sum persónur viðgjørdur sum eitt bølmenni, sum bæði hevur horn og hala. Fyri at gera júst tað sama, sum nógvir aðrir reiðarar eru noyddir til at gera.

9. Íverksetarar og vinnulívsfólk
Hvussu skal man fáa nýggjar íverksetarar og vinnulívsfólk, tá man fær slíka viðgerð.

Verið góð við íverksetarar, tí teir byggja nýggja framtíð, so hvørt sum virkir falla frá, mugu nýggj koma til.

Tit fáa ongar nýggjar íverksetarar á bygd, tá man sær,  hvussu tit fara við økinum og vinnuni, sum er harðast rakt av arbeiðsloysi.

10. Bygdir og avbjóðingar
Bygdirnar hava størri forðingar enn onnur, færri tænastur, færri almenn arbeiði, færri arbeiðspláss í vinnuni, færri føst arbeiðspláss, langt til tænastur, sama skatt, sum tey, ið fáa betri tænastur.

Fyri 100 árum síðani var Suðuroyggin 50 ár frammanfyri restina av Føroyum, nú er restin av Føroyum 50 ár frammanfyri Suðuroynna.

Um ongin ger nakað, so gongur galið í útjaðaranum.

Øll vita, at tað gongur gott í Føroyum, men tað gongur ikki so gott í Suðuroynni, serliga Suðuroyar sunnaru helvt, sum tað gongur í restini av landinum.

Arbeiði á virkjum er óstøðugt, óstøðug arbeiðir geva ikki grundarlag fyri fígging til nakra íbúðarbygging, tilber illa til at fáa lán, hetta um tú hevur óstøðugt arbeiði.

Vit mugu hava føst arbeiðspláss í øllum vinnum og økjum.

Okur krevja okkara part av samfelagsins framgongd, í Suðuroynni búgva hóvast alt uml. 9% av íbúgvunum í Føroyum. Í ár 1921 búðu uml. 22% av føroysku íbúgvunum í Suðuroynni.

At vinnulívsfólk skal háast og spottast av politisku skipanini, er at fara ov langt, fyrst gongur tungt í útjaðarøkjunum, og at fáa hetta omaná, er ikki ok.

Tænastur á bygd
Tænastur á bygd gerast færri og færri, tað er verri og verri at fáa fólk at koma og veita tænastur. Skal tú heinta nakað, ja so mást tú leggja ein dag niður, uttan løn og gjalda ferð og mat, kanska eisini gista, so at heinta eina tænastu kann kosta íalt 3-4.000,- kr. fyri eitt døgn í mistari inntøku og øktum útreiðslum.
 
11. Niðurstøða
Løgmaður hevur ábyrgd og eigur at vera ein vísur maður, ikki at svara nøkrum, fyrr enn hann hevur sett seg inn í tingini, eigur at lýsa eitt mál frá øllum síðum, síðan gera eina niðurstøðu.

Útsøgnin sum sofaseljari fær fólk til at halda, at eg geri nakað ólógligt, nei, eg haldi lógina, og tit hava gjørt lógina.

Kann man rætta uppá løgmann? Jú tað kann man, tá man heldur, at hann ger órætt.

Á sinni vóru kvotur settar av, til at menna útjaðaran, tær sokallaðu útjaðarakvoturnar, so broytist navnið til Menningarkvotur, og aftur broyttist navnið til vinnuligar royndir.

Hugsanin við hesum kvotum var sera góð, tí útjaðarin má mennast.
 
12. Endi
Eg havi áhuga í arbeiðsplássum og vøkstri serliga í Suðuroynni.

Brenni fyri Oynni, men vit mugu hava somu fyritreytir sum onnur øki, og ikki verri treytir.

Havi annars eisini fleiri sambandsvinir, og teir eru ikki samdir í omanfyri nevndu útsagnum frá sambandsfundinum.

Alex N Vilhelm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo