Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

19. september, kl. 08.30-13.00 - á Hotel Hafnia, Tórshavn

Sambandsflokkurin skipar fyri Landsfundi, leygardagin 19. september 2020, kl. 08.30-13.00 - í Tórshavn, á Hotel Hafnia.

Vegna koronastøðuna og smittuvanda, verður landsfundurin hesaferð hildin á netinum.

Landsfundurin verður tí avmarkaður og skipaður á tann hátt, at hesin verður fyri innbodnum, umleið 25 fólkum og við frástøðu, t.e. tingbólkur, lands­stýris­fólk, fólkatingsumboðið, limir í nevndunum í veljarafeløgunum og limir í Starvs­nevnd­ini.

Harafturat verður skráin fyri Landsfundin munandi stytt og kemur fundurin tí at vara í einans 3 tímar.

Landsfundurin verður stroymdur, kl. 10.00-12.00: www.samband.fo og Facebook: Sambandsflokkurin

SKRÁ

Kl. 08.30  Morgunmatur  og drekka

Kl. 09.00  Aðalfundur

Val av orðstýrara

1. Formaðurin bjóðar vælkomið og setir fundin

2. Floksskrivarin greiðir frá virki felagsins

3. Kassameistarin greiðir frá fíggjarligu støðuni grundað á grannskoðaða roknskapin 2019

4. Viðgerð av innkomnum uppskotum

5. Val av:

         a. Formanni í Landsfelag Sambandsfloksins

         b. Næstformanni í Landsfelag Sambandsfloksins

         c. Grannskoðara og varagrannskoðara

 6. Ymist

Framhald við hesi skrá …..  

Kl. 10.00  Formansfrágreiðing - upplegg til politiskt orðaskifti. Bárður á Steig Nielsen, formaður

Kl. 10.30  Politiskt orðaskifti

Kl. 11.45  Formaðurin tekur samanum

Kl. 12.00  Fundurin lokin

Kl. 12.00-13.00  Frokostur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo