Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sambinding er eitt stað, har tilflytarar og ”innføddir” føroyingar hugna sær saman, koma at kennast og læra av hvørjum øðrum.

Og nú byrjar Sambinding aftur. Í vár verður sambinding eina ferð um mánaðin: fyrst í kvøld 14. februar, síðani 14. mars, 11. apríl, 9. mai og 13. juni.

Fólk hittast sostatt á Býarbókasavninum annað týskvøld í hvørjum mánaði frá kl. 19.30 til kl 2130.

Valentine's dagur er í dag og tað verður tað gjørt nakað burturúr. Øll fáa Valentine's-kort, tí Valentine's og seinni verður eisini felagssangur.

Øll eru vælkomin – bæði við og uttan stokkar. Býarbókasavnið bjóðar kaffi, te og køkur. Tað er ókeypis, og tilmelding er ikki neyðug. Átakið er skipað sum eitt samstarv millum Býarbókasavnið, Reyða Kross og Hvussu kunnu vit hjálpa?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo