Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Reyði Krossur: Týskvøldið 26. mars verður Sambinding aftur á skránni á Býarbókasavninum í Havn. Sambinding hevur til endamáls at fáa innfødd og tilflutt fólk í Føroyum at hittast, práta og hugna sær saman.

Við tiltakinum ynskir Reyði Krossur at skapa eitt høvi hjá geva føroyingum, innføddum og tilfluttum, høvi at hittast og práta saman og yvirhøvur fáa betri innlit í gerandisdagin og lívið hjá hvørjum øðrum. Á henda hátt vónar Reyði Krossur at betra um integratiónina.  

Eisini ber til at fáa undirvísing í føroyskum fyri nýbyrjarar. Málundirvísingin er frá klokkan 19 til 19.30.
Umframt málskeið er ein framløga á skránni um eitt evni, ið er viðkomandi fyri fólk, sum eru flutt til Føroya.

Komandi týskvøld kunnar Deirdre Hansen, lestrarvegleiðari, um møguleikar fyri tilflytarar innan útbúgvingarskipanina í Føroyum. Eftir framløguna verður høvi at seta Deirdre spurningar um evnið.

Te, kaffi og okkurt afturvið er at fáa, og tiltakið er alment og ókeypis.  

Øll eru hjartaliga vælkomin, og vónandi møta nógv fólk til tiltakið.  

Skráin fyri várið 2019 sær annars soleiðis út:
Týskvøldið 29. januar – um pensjónsskipanina.
Týskvøldið 26. februar – um arbeiðsloysisskipanina
Týskvøldið 26. mars – um útbúgvingarmøguleikar
Týskvøldið 30. apríl – um statsborgaraskap
Týskvøldið 28. mai – evnið er ikki avgjørt enn.
Týskvøldið 18. juni – tá fara vit gongutúr í Havn við staðkendum ferðaleiðara.

Meira kunning um tiltøkini er á Facebook, har navnið á bólkinum er Sambinding/Intertwining.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo