At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Reyði Krossur: Týskvøldið 16. februar kl. 19.30 til 21.30 verður integratiónsátakið Sambinding á Býarbókasavninum í Havn.

Sambindingarkvøldið er ætlað bæði tilflytarum og ”innføddum” føroyingum sum eitt høvi at hittast og at binda okkum saman við hugnaligari samveru og práti.

Sambinding er eitt stað, har vit hugna okkum saman, koma at kennast og læra av hvørjum øðrum. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll eru vælkomin – bæði við og uttan stokkar. 

Átakið er ætlað sum ein afturvendandi opin sambindingarkafé annað hvørt týskvøld – fyrstu ferð týskvøldið 16. februar. Kaffi, te og køkur verða at fáa. Tað er ókeypis at luttaka.

Átakið er skipað sum eitt samstarv millum Býarbókasavnið í Havn og Reyða Kross, sum vóna, at undirtøkan verður góð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo