Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uppskotið um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroya verður viðgjørt nú.

Fylg við orðaskiftinum

Álit í løgtingsmáli nr. 23/2020: Uppskot til løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroya Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur lagt málið fram 22. september 2020 og eftir 1. viðgerð 24. september 2020, er tað beint Fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 28. september 2020. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Visit Faroe Islands, Atlantsflog, Smyril Line, Vága Floghavn og landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, saman við TAKS.

Nevndin hevur hesar viðmerkingar: Farsóttarnevndin hevur álagt øllum, sum koma til Føroya at lata seg kanna fyri COVID-19. Øll ferðandi til Føroya eru tí síðani 27. juni 2020 kannað fyri COVID-19.

Kanningarnar eru sum er ókeypis fyri ferðandi, men við hesum lógaruppskoti verður lagt upp til, at tey ferðandi sjálvi skulu gjalda eitt avgjald á kr. 312,00 fyri kanningina frá 1. oktober til og við 31. desember 2020.

Avgjaldið avspeglar kostnaðin hjá landinum uttan meirvirðisgjald fyri, at fólk verða kannað fyri COVID-19.

Nevndin er kunnað um frá hoyringarpørtum, at uppskotið kann hava við sær, at ferðafólkatalið til Føroya fer at minka.

Í serligu viðmerkingunum til § 1 stendur, at tá sjúklingar, sum hava verið til viðgerð uttanlands, koma aftur til Føroya, rindar Uttanlandstænastan avgjaldið vegna sjúklingin sum part av viðgerðini. Undir viðgerðini er komið fram, at ætlanin við hesum er eisini at fevna um fylgjarar, og hetta er nakað, sum nevndin leggur dent á.

Nevndin vísir annars á, at § 3 í lógaruppskotinum burdi verið nágreiniligari, og at tað er óheppið, at pantiheimildin hjá TAKS fer úr gildi samstundis, sum avgjaldstíðarskeiðið endar.

Tí setir nevndin fram soljóðandi b r o y t i n g a r u p p s k o t

1. Í § 1, 1. pkt. verður aftan á ”eldri,” sett: ”í tíðarskeiðnum 1. oktober – 31. desember 2020”

2. Í § 3 verður aftan á ”inn” sett: ”, um avgjaldið ikki verður kravt inn sbrt. § 2, stk. 1, 1. pkt”

3. Í § 4 verður ”og fer úr gildi 1. januar 2021” strikað.

Viðmerkingar:

Til 1 og 3:
Landsstýrismaðurin hevur skotið upp, at lógin fer úr gildi 1. januar 2021. Um lógin bert er í gildi til og við 31. desember 2020, sum er tað tíðarskeið, ferðafólk skulu rinda fyri COVID-19 kanningar, falla pantiheimildirnar hjá TAKS burtur eftir henda dag. Av tí, at TAKS má metast at hava ein sakligan áhuga í, at pantiheimildirnar skulu vera galdandi í eitt longri tíðarskeið enn avgjaldstíðarskeiðið, verður tíðaravmarkingin sett í § 1, meðan tað verður ikki ásett, nær lógin fer úr gildi.

Til 2:
Við broytingini verður gjørt greiðari, at ásetingin fevnir um tey føri, tá ferðafólk ikki koma til Føroya við flogfari ella ferðafólkaskipi men t.d. við stuttleikabátum ella við fiskiførum. Í slíkum førum krevur TAKS avgjaldið inn. Koma ferðafólk til Føroya við flogfari ella ferðafólkaskipi, er tað flutningsfyritøkan ella umboð teirra, sum krevur avgjaldið inn eftir § 2, stk. 1, 1. pkt..

Aksel V. Johannesen, Kristina Háfoss og Ruth Vang hava harumframt hesar viðmerkingar:

29. mai 2020 fráboðaði Landsstýrið, at 15. juni varð farið undir at lata landamørkini hjá Føroyum upp mótvegis útlondum.

Tá landamørkini vórðu latin upp, valdi landsstýrið at gera hetta, uttan at krav var um, at øll sum komu til Føroyar skuldu lata seg kanna fyri Covid-19 koronavirusið. Hetta vístu vit í Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn á.

Tí hetta setti alt samfelagið í váða. Alt tað stóra arbeiðið, ið fólk og vinna í Føroyum høvdu framt frá mars til juni mánaða, fyri at gera Føroyar Covid-19 fríar, kundi fara fyri skeyti eftir fáum døgum. Eftir alment orðaskifti og politiskt trýst valdi landsstýrið tíbetur seinni, 27. juni 2020, at seta krav um, at øll ferðafólk skuldu korona kannast. Hetta varð tó gjørt gjørt fyri almenna rokning fyrstu dagarnar, tí sagt varð, at tíð ikki var til aðra loysn tá.

Samstundis varð fráboðað, at heilt skjótt kom ein onnur loysn. Hetta skuldi tó ikki vísa seg at verða so. Ikki fyrr enn nú 1. oktobur verður tað so, at ferðafólk rinda fyri egnar korona-kanningar. Hetta eru meira enn 3 mánaðar aftaná, at kanningar skipanin varð sett í verk, og eftir at Løgtingið hevur játtað 23 mió. kr. í eykajáttan til kanningar av ferðafólkum í ár. Hetta er eisini meira enn 3 mánaðar aftaná, at Landsstýrið valdi, at privat feløg skuldu taka sær av koronakanningunum av ferðafólkum, uttan at arbeiðið varð útbjóðað. Nú heystið er og veturin stendur fyri framman, væntast munandi færri ferðandi.

Samstundis er henda lóggávan bert galdandi 3 mánaðar. Tí hevur lóggávan sera avmarkaða ávirkan, í mun til, um hon varð sett í verk tá landamørkini vórðu latin upp, og tá farið varð undir kanningarnar.

Vónin er, at koppingarevni ímóti Covid-19 koronavirusinum verður klárt skjótt, men neyvan verða øll koppsett áðrenn 1. januar 2021. Hóast hetta fer henda lóggávan úr gildi tá.

Tað er sannlíkt, at vit mugu halda fram við at verja landamørkini eftir 1. januar, og tí skal helst væntast, at gildið hjá hesi lóg verður longt, til vit sum samfelag kunnu kenna okkum trygg uttan at verja landamørkini tá umræður korona virusið. Vónandi verður hetta sum skjótast. Við hesum broytingum og viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo