Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Álit í løgtingsmáli nr. 131/2019: Uppskot til løgtingslóg um serligar reglur um próvtøkur orsakað av COVID-19

 

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevur lagt málið fram 4. apríl 2020, og eftir 1. viðgerð 4. apríl 2020 er tað beint Mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 6. apríl 2020.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Føroya Lærarafelag, Skúlaleiðarafelagið, Felagið Heim og skúli, Yrkisfelagið Miðnám og landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum.

 

Ein samd nevnd tekur undir við at geva landsstýrismanninum heimild til at seta í verk serligar reglur um próvtøkur orsakað av COVID-19.

 

Mentanarnevndin hevur hesar viðmerkingar:

 

Heilsukreppan, ið herjar um allan heimin, hevur broytt gerandisdagin hjá okkum øllum, og eisini okkara lesandi. Tískil er tað av stórum týdningi, at vit tryggja øllum teimum í landsins skúlaverki nøktandi karmar at virka undir. Tí er nevndin samd um, at vit skulu geva landsstýrismanninum hesa heimild.

 

Nevndin heitir eisini á landsstýrismannin um, at greiðar mannagongdir og kunning viðvíkjandi próvtøkum verða givnar sum skjótast, soleiðis at skúli, starvsfólk og næmingar kunnu tillaga sína ætlan eftir tí. Tað er ikki long tíð til, at próvtøkur eftir ætlan skulu fara í gongd, og tí er tað týdningarmikið fyri allar partar, at tey fáa boð sum skjótast, um hvussu arbeitt verður, so tey kunnu tillaga og fyrireika seg eftir tí. Eisini metir nevndin, at tað er týdningarmikið, at allir partar verða hoyrdir í tí tilgongdini. 

 

Landsstýrismaðurin kann við heimildini strika próvtøkurnar, og ístaðin seta ársmet inn sum próvtøkumet. Mest umráðandi er, at fyriskipanirnar taka atlit til rættindi og avbjóðingar hjá hvørjum einstøkum næmingi. Um próvtøkur og uppgávur verða strikaðar ella útsettar, og ársmet verða nýtt ístaðin til upptøku á miðnámsskúlum, eigur møguleiki at vera fyri einum serligum ummæli frá skúlum/lærarum fyri næmingar, ið liggja á markinum at lúka krøvini. Hetta fyri at næmingar ikki detta niðurímillum, og møguleikar ikki verða tiknir frá teimum, nú teir ikki kunnu betra um próvtøl gjøgnum próvtøkur.

 

Tá tað kemur til miðnámsskúlar, so er umráðandi, at næmingarnir har vera javnsettir við teir í grannalondum, og hava allar møguleikar og somu treytir til víðari lesnað, ið annars undir vanligum umstøðum eru galdandi. Tí er umráðandi, at vit fylgja tætt við í, hvussu grannalond okkara skipa seg nú og tillaga okkum, so miðnámsskúlanæmingar kunnu fara undir víðari lesnað eftir lokna útbúgving. Eisini skulu miðnámsskúlanæmingar hava møguleika til at betra um próvtøl, nú próvtøkur ikki vera.

 

Atlit eiga at verða tikin til, at starvs- og sáttmálaviðurskifti hjá lærarum í sambandi við broyttar undirvísingar- og próvtøkutreytir verða tryggjað.

 

Tá tað kemur til yrkisútbúgvingar, so koma sveinaroyndir ikki undir hesa heimild, ið skal veitast landsstýrismanninum. Nevndin heitir á landsstýrismannin, at tað sum skjótast verður fingin greiða á, um hvussu sveinaroyndir skulu skipast, um tær eisini vera ávirkaðar. Har eru tað næmingar, eins og í øðrum útbúgvingum, ið hava ætlanir til víðari lesnað, og tískil mugu hava staðið sveinaroynd, um tey skulu sleppa inn á hægri lærustovnar, t.d. Vinnuháskúlan. Sveinaroyndir hava eisini týdning fyri starvs- og lønarviðurskifti hjá tí einstaka. Tískil er tað av alstórum týdningi, at greiða fæst á hesum eisini. 

 

Nevndin hevur undir hoyringunum ummælt, hvussu talgildir pallar kunnu verða nýttir til próvøkur. Hoyringarpartar hava nevnt tað sum møguleika, at munnligar próvtøkur kunnu takast gjøgnum talgildir miðlar fyri at forða smittuspjaðing. Nevndin mælir til, at landsstýrismaðurin saman við øllum avvarðandi pørtum umrøður henda spurning.

 

Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Mentanarnevndin, 6. apríl 2020

Djóni Nolsøe Joensen  Beinir Johannesen Jóhannis Joensen Høgni Hoydal Ruth Vang Uni Rasmussen Edva Jacobsen

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo