Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ein samd Vinnunevnd mælir til at samtykkja løgtingslógina um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi - Hvítvasklógina.

Málið kom í Løgtingið í september, og 1. desember legði Vinnunevndin sítt álit fram.

Talan er um drúgvt og umfatandi lógaruppskot og tað hongur saman við, at Føroyar eru við í FATF (Financial Action Task Force), sum skal forða fyri hvíttvasking av pengum.

Tær ásetingarnar, sum í 2010 komu í gildi fyri peningastovnar um at skráseta ymisk viðurskifti hjá sínum viðskiftafólki, fara nú eisini at vera galdandi fyri onnur, eitt nú grannskoðarar og meklarar.

Samanumtikið er Vinnunevndin fegin um uppskotið - Føroyar hava skyldu at viðvirka í altjóða stríðnum móti brotsmannaliðum og kriminaliteti, sum nevndin sigur í álitinum. Men nevndin heldur eisini, at tað er týdningarmikið, at lógin er snikkað til føroysk viðurskifti, at lógin "ikki oysir byrokratiskar reglur og krøv omanyvir vinnufyritøkur, sum í stødd í allar flestu førum eru smáar og hava fá starvsfólk", stendur millum annað.

Uppskotið setir í verk eina eftiransingarskyldu soleiðis, at fyritøkur og persónar skulu halda eitt vakið eyga við virkseminum hjá kundunum, og tá serliga virksemi, sum mett verður at kunna hava tilknýti til hvítvasking ella fígging av yvirgangi.

Vinnunevndin heldur, at innlitið í eigaraviðurskiftini í føroyskum vinnufeløgum er versnað seinastu árini. Og nevndin heldur, at tað eigur at fáa høga raðfesting at menna eigaraskránna hjá Skráseting Føroya.

Lógaruppskotið leggur upp til, at fyritøkur, sum hava fleiri enn fimm starvsfólk, skulu hava eina fráboðanarskipan, har starvsfólk anonymt kunnu boða frá óreglusemi. Nevndin heldur, at tað er óheppi at so smáar fyritøkur skulu áleggjast hesa ábyrgdina, og heldur, at tað hevði verið betri um ein felags skipan var gjørd, eitt nú gjøgnum fakfeløgini.

Lógaruppskotið leggur eisini upp til, at markið fyri, hvussu nógv kann gjaldast við kontantum pengum verður lækkað úr 100.000 krónum, sum tað er í dag, niður í 50.000 krónur.

Men samda vinnunevndin heldur, at grundgevingarnar fyri hesi lækking í føroyskum høpi eru serliga sannførandi.

- Hóast flestøll hava gjaldskort, so brúka fólk og vinna her heima framvegis nógv reiðan pening. Nevndin mælir landsstýrismannum til at eftirmeta, um henda lækking skapar óneyðugar avbjóðingar fyri borgarar í Føroyum, og um tað yvirhøvur er neyðugt at lækka markið.

Málið kemur til aðru viðgerð á tingfundinum næsta týsdag.

Les meira um málið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo