Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað er órættvíst. Men maðurin, sum skrivaði sketsjuna 90 ára føðingardagurin, ella "Dinner for One" sum hon eitur á enskum, Lauri Wylie, doyði blóðfátakur í einum skúrvogni í 1951. Bretar skiltu ikki humorin, og sketsjan var skjótt tikin av pallinum.

Áðrenn tað var sketsjan, sum helst upprunaliga er skrivað í 1920'unum, spæld fleiri ferðir á Duke of Yorkshire Theatre í London. Men tey flentu ikki, og sketsjan var tikin av.

Heldur ikki tey bæði sum spæla í filmsbrotinum, sum vit í dag eru von at síggja, Freddie Frinton (James) og May Warden (Miss Sophie), fingu nakað serligt burturúr.

Tey fingu 4.150 týskar markar í part, og tað hevur hóast alt ikki verið heilt onki tá - 8. juli í 1963, tá sketsjan er upptikin í Theater am Besenbinderhof í Hamburg fyri NDR, Nord Deutche Rundfunk. Men ikki nógv tá hugsað verður um, hvussu oftani sketsjan er vorðin send í sjónvarpi kring allan heim.

Í filmsbrotinum omanfyri síggja vit Heinz Piper, sum var vertur fyri sendingina í NDR, presentera sketsjuna.

At sketsjan, sum vit nú hyggja eftir, er upptikin í Týsklandi, kemst av, at ein týskur sjónvarpsframleiðari, Peter Frankenfeld, í 1963 sá hana framførda í Blackpool. Hann bjóðaði leikarunum, sum hann júst hevði sæð, at koma til Týsklands at spæla hana.

Hetta var bert 17 ár eftir, at seinni heimsbardagi var endaður. Og hann ið spælir James, Freddie Frinton, segði ikki beinanvegin ja. Men endin bleiv, at sketsjan varð spæld í týskum sjónvarpi. Ein treyt var tó, at týskararnir ikki 'dubbaðu' ljóðið. Tað vil siga, løgdu týska talu útyvir tað ensku. Hesa treytina góðtóku týskararnir. Tó við ringum tannabiti, skilst. Men kanska tíbetur fyri okkum, tí tað hevði helst ikki verið heilt tað sama, um tey bæði skálaðu á týskum.

Sum ein lítil krúlla kann nevnast, at Freddie Frinton - tann fulli butlarin James - í veruliga lívinum ongantíð smakkaði dropan.

Her hjá okkum, og í 20 øðrum londum, er tað vorðið siður at vísa 90 ára føðingardagin á nýggjárinum. Miss Sophie hevur døgverða fyri teimum fýra vinunum, admiral von Schneider, sir Toby, mr Wintherbottom og mr Pommeroy. Teir eru sjálvandi allir langtsíðani deyðir, og tí noyðist neyðars James, butlarin, at tøma gløsini hjá hinum, tá miss Sophie hevur hug at skála.

Ímillum tey 20 londini telist Bretland ikki. Men tað verður øðrvísi nú. Tí í ár fer bretskt sjónvarp, fyri fyrstuferð sambært fleiri miðlum, at senda sketsjuna nýggjársaftan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo