Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Í einum rørandi brævi biður Marcus Rashford bretskar myndugleikar um at taka sær av útsettum familjum og børnum,

Sambært BBC hevur Rashford arbeitt við felagsskapinum FareShare UK og savnað inn yvir 20 milliónir pund, sum er nokk til at rinda fyri 3 milliónir máltíðir til familjur og børn sum eru illa fyri.

Í einum opnum brævi, sum Rashford hevur lagt út á Twitter, biður hann um at bretskir politikarar skipa so fyri at børn fáa ókeypis máltíðir eisini í summarfrítíðini. Rashford greiður eisini frá sínum egna uppvøkstri og upplivingum við bretsku stuðulsskipanunum.

– Mamma mín arbeiddi fulla tíð fyri minstuløn so vit fingu mat á borðið hvørt kvøld. Men tað var ikki nóg mikið. Samfelagsskipanin er ikki gjørd til at familjur sum mín skulu eydnast, uttan mun til hvussu nógv mamma arbeiddi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo