Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Samfelagsvísindaligi felagsskapurin Samfelagið, ger fyri fyrstu ferð viðmerking til eina veljarakanning, tí felagsskapurin heldur, at tað "at mistulka veljarakanningar er ein útbreiddur, rótfestur og ikki minst pínligur óskikkur millum føroyskar miðlar".

Felagsskapurin heldur, at ráðiligt er at koma við eini rættleiðing og vegleiðing nú, tí henda seinasta veljarakanningin hjá Lóður, "gevur eina øðrvísi mynd".

- Í gjár var í fleiri førum ført fram, at Fólkaflokkurin fær 23,7%, Sambandflokkurin 20,9%, Javnaðarflokkurin 20,0%, Sjálvstýri 4,6%, Tjóðveldi 16,9%, Miðflokkurin 6,8% og Framsókn 7,1%.

- Men veljarakanningar eiga ikki at miðlast uttan óvissu, tí óvissan er úrslitið. Við óvissuni fær úrslitið í kanningini eina øðrvísi mynd.

- Her sæst, at tað er eins líkt til, at Fólkaflokkurin fær millum 20,1% og 27,5%, Sambandflokkurin fær millum 17,5% og 24,6%, Javnaðarflokkurin millum 16,7% og 23,7%, Sjálvstýri millum 3,1% og 6,8%, Tjóðveldi millum 13,8% og 20,3%, Miðflokkurin fær millum 4,9% og 9,4% og Framsókn millum 5,2% og 9,8%. Øll tøl innanfyri intervallið er líka sannlík, og tískil kunnu eitt nú allir teir stóru flokkarnir fáa millum 6 sum 8 løgtingsfólk sambært kanningini, sigur Samfelagsvísindaligi felagsskapurin.

Samfelagsvísindaligi felagsskapurin er so fortørnaður inn á, at føroyskir miðlar "bæði heima og úti, ikki geva óvissuni í veljarakanningum nógv meira gætur".

Men tað er ikki tí teir borgarligu flokkarnir fingu so stóra framgongd, at felagsskapurin nú ger vart við hesa óvissu fyri fyrstu ferð eftir eina veljarakanning, nei: "miðlaða úrslitið í veljarakanningini, sum varð almannakunngjørd í gjár, er eitt dømi av fleiri, og einfaldingin er líka grell, sama hvør flokkur sær út til at vera við yvirlutan", skrivar Samfelagsvísindaligi felagsskapurin.

Felagsskapurin heldur, at óvissan í eini veljarakanning er so stór,  "at hon ikki kann tigast burtur".

- Samfelagið hevur sum evsta endamál at fremja betri forstáilsi fyri samfelagsviðurskiftum, og einfalda miðlingin av veljarakanningum er eitt so mikið álvarsligt og óneyðugt dømi um, at sannleikin verður bronglaður.

- Tí heita vit við hesum, bæði á miðlar og á politiskar flokkar um at gera sær størri ómak við miðlingini, og harvið vísa politiskt áhugaðað borgaranum størri virðing, sigur Samfelagsvísindaligi felagsskapurin Samfelagið í tíðindaskrivi í kvøld.

VP hevur spurt Samfelagsvísindaliga felagsskapin, hví felagsskapurin kemur við eini viðmerking og rættleiðing til hesa kanningina hjá Lóður, sum vísur, at samgongan missur meirilutan, men hevði onga viðmerking til kanningina sum Gallup gjørdi fyri VP fyrst í mai, sum vísti, at samgongan varðveitir meirilutan.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo