Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað hevur verið av ringasta veðri í nátt, og samferðslan hevur verið og er nógv tarnað.

Tað frættist frá nógvum bilum sum standa fastir, og mugu hava hjálp fyri at koma víðari. Serliga í Havn, á Argjum og Hoyvík, har nógv fólk búga og skuldu frá húsum í morgun, gekst ikki sum ætlað, tí tað var ikki koyrandi fyri fannum sum lógu á vegunum.

Sambært ssl.fo eru nógvar avlýsingar, bæði á oyggjleiðum og bygdaleiðum. Flogferðslan er nógv tarnað, og flogfør eru avlýst ella útsett, meira sæst um tað á fae.fo.

Nakað er eisini frætt frá vindskaðum kring landið, eitt nú í Kvívík, Klaksvík, Eiði og Fuglafirði, har tekjur hava rivið í vindinum.

Í fleiri bygdum í Sundalagnum, eitt nú Hvalvík, Hósvík og Streymnesi, frættist frá streymsliti í morgun.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo