R7 Kringvarp: Norðlýsið visti í gjár at siga frá, at samgongan ikki er samd um nýskipan av fiskivinnuni, sum tað annars hevur verið lagt upp til.
Fríggjadagin var samgongufundur um fiskivinnunýskipanina. Sambært Norðlýsinum vóru fleiri í javnaðarflokkinum ikki nøgd við gongdina og tí var fundur í Javnaðarflokkinum eftir samgongufundin.
Sum skilst er misnøgd við at landstýrismaðurin ikki vil sleppa grundtankanum um at alt skal um uppboðssølu. Eisini er røringar í Framsókn. Sostatt eru tekin um at samgongu flokkarnir ikki longur eru fult samdir.
Mikukvøldið kl. 19.30 verður kjakfundur í samband við Torradagarnar. Har fara formenninir í politisku flokkunum at kjakast um fiskivinnunýskipan. Tað verður ivaleyst okkurt at frætta um, hvat flokkar taka undir við og ikki. Kjakfundurin verður sendur beinleiðis í KVF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo