Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg eri skuffaður av, at samgongan ikki ætlar at seta eina krónu av til nýtt barnaheim á komandi fíggjarlóg. Hjá mær er eingin ivi um, at umstøðurnar hjá okkara allarsárbærastu borgarum eiga at fáa hægstu raðfesting, og tí setti eg Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fyrispurning barnaheimið í Løgtinginum í dag.

Landsstýriskvinnan var sera greið í sínum svarið – samgongan hevur ongar ætlanir um at seta pening av til nýtt barnaheim á komandi fíggjarlóg.

Sum eg vísti á í fyrispurninginum, so eru bústaðarumstøðurnar hjá okkara mest sárbaru børnum út av lagi vánaligar, og kunnu vit als ikki, sum eitt Føroyar anno 2019, loyva okkum at góðtaka hesa kritisku støðu. Hetta vísti umboðsmaðurin eisini á, tá hann var á eftirlitsvitjan á stovninum á vári 2019.

Umboðsmaðurin metti, at stórur tørvur er á einum nútíðarhóskandi barnaheimi, so børnini kunnu fáa tær umstøður og ta viðgerð, tey hava tørv á.

Var tað upp til mín, so fekk hetta málið hægstu raðfesting, og fari eg framhaldandi at vísa á tørvin á hesum øki og týdningin av, at nakað verður gjørt sum skjótast.

Djóni Nolsøe Joensen,
Tingmaður fyri Javnaðarflokkin


Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo