Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað harmar meg at eg aftur má gera somu niðurstøðu, sum eg havi gjørt hini trý árini, tá hendan samgongan hevur sitið. Fíggjarstýringin hevur verið óvanliga – og eg kann leggja afturat – óhugnaliga ábyrgdarleys.

Hóast samgongan hevur havt stórt undirskot øll árini, roynir samgongan nú at erpa sær av at hava havt eitt yvirskot á 138 milliónir í fjør. Tað kann kanska síggja fínt út, tá tað stendur einsamalt.

Men sett í ein samanhang er tað ikki nakað mann kann vera errin av. Hevði landskassin ikki eitt nú ikki fingið serinntøkur frá avtøku av Fíggingargrunninum og vinningsbýti frá Bank Nordik, ið seldi donsku deildina í 2021, hevði ikki verið avlop í 2021.

Harafturat hevur løntakaratalið ongantíð verið hægri, fólkatalið ongantíð verið hægri, almennu inntøkurnar ongantíð verið hægri og arbeiðsloysi ongantíð verið lægri. Allar bestu tíðir nakrantíð (við feitari skrift), men allíkavæl hevur mann brúkt allar pengarnar, og meira afturat.

Samgongan hevur ONKI gjørt fyri at betra um úrslitið. Teir hava tikið minni inn, og brúkt meira. í bestu tíðum.

Løgmaður sigur sjálvur í røðu síni: “Eftir ljósar tíðir koma myrkari tíðir – og so lýsnar aftur. soleiðis er í náttúruni eins væl og í samfelagsbúskapinum”. Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum og Erhard Joensen formaður í fíggjarnevndini, hava eisini báðir viðmerkt tað fleiri ferðir. Tað vil siga at samgongan veit væl av tí, men ger onki við tað.

Samgongan oyðslaði ta stóra yvirskot, sum undanfarna samgonga samlaði saman. 1,5 milliard megnaði undanfarna samgonga at hava í yvirskot yvir 4 ár, við tí fyri eygað at seta av til verri tíðir. Men tað er nú burtur, tí at hendan samgongan er so gramm og átufrek, at hon ikki kann síggja pengar, grunnar, feløg og partapening, uttan at beinanvegin finna uppá okkurt at brúka tað til.

Kreativ bókføring, pengaoyðsl og søguliga vánalig fíggjarstýring. Og omaná alt hetta fer næsta fíggjarlóg at bera brá av, at val er í hondum. Skilið kemur tískil ikki til næstu fíggjarlóg, tað kann eg lova tykkum. Teir fara at dumpa fýra ferðir á rað.

Hendan samgongan fer at vera kend fyri at verða tann samgongan, har ringast skil var á fíggjarstýringini í bestu tíðum í Føroya søgu. Tað er sjón fyri søgn, at skilið kann bara koma aftur við stjórnarskifti.

Bjarni Kárason Petersen
Løgtinsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo