Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Ágangurin frá skatta- og avgjaldsstýrinum er øgiligur. Steinur verður tveittur oman á byrðu

Ágangurin frá skatta- og avgjaldsstýrinum er øgiligur. Steinur verður tveittur oman á byrðu

Dagblaðið: Ongantíð áður hevur ein samgonga fingið so turt uppá frá vinnu og borgarum, sum reyða samgongan nú fær fyri tann ætlaða politikkin.

Longu áðrenn broytingarnar eru settar í verk, er vinnan farin at øtast. Vinnan heldur seg aftur, at gera íløgur. Herda skatta- og avgjaldstrýstið ger at kappingarførið hjá vinnuni versnar.

Vinnan er farin frá at vera bjartskygd til svartskygd.

Politikkurin er so víðgongdur, at grundarlagið undir vinnuni, yvir nátt, verður skrykt burtur.

Vinnuligar íløgur fyri milliardir eru í leysum lofti.

Bakkafrost hevur boðað frá, at allar íløguætlanir felagsins mugu endurskoðast.

Regin Jacobsen sigur, at broytingarnar, ið vera skrumblaðar ígjøgnum, eru ein skandala fyri eina og hvørja vinnugrein og eru at sammeta við tilafturskomin lond.

Reiðaríið Christian í Grótinum hevur boðað frá, at ætlanirnar um at byggja nýtt skip mugu sleppast, tí óvissan í vinnuni er ov stór.

Í almennum skrivi ávarar Hanus Hansen, reiðari og stjóri í JFK-samtakinum, enn einaferð móti ætlanini hjá landsstýrinum at selja part av føroysku kvotunum í Barentshavinum á uppboðssølu.

Landsstýrið ætlar at selja 15 prosent av Barentshavs-kvotunum á uppboðssølu, men reiðarin óttast, at hetta er bara byrjanin.

Les meira her

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo