Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í gjár boðaði stýrið fyri Samhaldsfasta frá, at útgjaldið hækkar 800 krónur um mánaðin, og nú boðar almannaráðharrin frá, at útgjaldið hækkar 900 krónur um mánaðin.

Í gjár sendi stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin soljóðandi skriv út:

- Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hevur tí samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 800 kr. afturat um mánaðin í 2016 soleiðis, at útgjaldið í 2016 verður 3.910 kr. um mánaðin ella 46.920 kr. um árið.

Og í grein beint nú sigur Eyðgunn Samuelsen, almannaráðharri:

- Nú tað er fráboðað, at útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkar 900 krónur um mánaðin fyri 2016.

Eyðgunn Samuelsen sigur í frágreiðing til hetta, at tað áður er fráboðað ein hækking frá 1. januar á 100 kr og tað gevur 900 tilsamans.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo