Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Johan Petersen skrivar: Ógvuslig mótmælir komu nú um dagarnar frá 26 fakfeløgum, tí nýggja samgongan bleiv løgd undir at vilja fara eftir Samhaldsfastaarbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum.

Hesin grunnur fær øll hugsandi superlativir og verður sagdur at verða eitt týðandi íkast hjá pensiónistum.

Men er hetta veruliga so?

Nú um dagarnar mótmæltu ógvusliga ikki færri enn 26 fakfeløg pástandin um, at landsstýrið ætlaði at fara eftir Samhaldsfastaarbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum (longu navnið sigur, at hetta er ein ómøgulig konstruktión - orki ikki at skriva hetta orðið aftur og kalli hann tí bara framyvir ”grunnurin” ella ”AMEG”) í samband við ein pensiónsreform.

Hetta er tó avsannað av landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Men hvat er tað nú, sum er so fantastiskt við hesum grunninum?

Ein sólskinssøga?

Riggar væl?

Týðandi ískoyti hjá øllum pensiónistum?

Ongin verður settur eftir?

Neyðugt afturat almennum pensiónum og persónligari eftirløn?

Osfr.

Ljóðar vakurt!

Bleiv forvitin, tí hetta er jú í beinari mótsøgn av tí, fyrrv. løgtingsmaður Fólkafloksins, Jóan Magnus Rasmussen ferð eftir ferð, hevði ført fram, og fór tí at rokna upp á dømir um faktisk tøl, sum kunnu koma fyri.

Og bleiv satt at siga skelkaður!

AMEG er fyri allar flestu føroyingar ein fjaldur skattur, um tú ikki er so ”heppin”, at árini eru so mong, at henda enntá trídupultskattingin av tíni løn ikki nær at taka ov nógv frá tær.

Tað eru bert tær heilt lágu inntøkurnar niðanfyri kr. 200 tús., har pensiónisturin fær sínar pengar aftur!

Ert tú yngri enn 50 ár (skipanin er frá 1991), hevur eina vanliga meðalinntøku, arbeiðir til tú er 75 ár og fært 100 tús. í løn sum pensiónistur og nært meðallivialdur, hevur tú og arbeiðsgevari tín goldið 392 tús. meiri inn, enn tú fert at fáa út, ella í veruleikanum goldið inn kr. 2.179 um mánaðin hvønn mánað, tú livir sum pensiónistur - og tú, sum helt, at tú fekst útgoldið kr. 5.590!

(Gjald frá arbeiðsgevara tínum er tikið við, tí eisini hann skal gjalda fyri tína løn, sum so ella so verður mótroknað).

Skelkandi?

Tað haldi eg!

Les meira her

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo