Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mynd: Rasmus Steintórsson Biskopstø

Mynd: Rasmus Steintórsson Biskopstø

Mynd: Rasmus Steintórsson Biskopstø

Borgarar fyri friði: Í kvøld klokkan 18.00 verður stutt samhugatiltak fyri Ukraina og øðrum krígsraktum økjum í heiminum.

Tiltakið verður uttanfyri Kongaliga handilin á Tvøroyri.

Dagfinn Olsen úr Vági hugleiðir, Jónsvein Bech, prestur, lýsir frið og tøgn í ein minutt, livandi tónar frá Eyðuni Nolsøe, Lív Næs og Tróndi Enni.

Tað eru borgarar fyri frið í Suðuroynni sum í felag skipa fyri samhugatiltakinum.

Eftir tiltakið verða dyrnar latnar upp í Tvøroyrar kirkju, har Petur Martin Johannesen, organistur, spælir urgutónar og møguleiki er at hugleiða í tøgnini og tendra ljós.

Fyrireikararnir heita á fólk um at lata seg væl í, hava okkurt slag av ljósi við og eina lítla termokannu.

Um veðrið ikki verður til vildar til uttanduratiltak, er møguleiki at flyta tiltakið í kirkjuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo