Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nú er tað Mariupol og Butsja, men fyri 20 árum síðani var tað Groznyj. Russiski brutaliteturin sæst aftur frá Tsjetsjenia-krígnum, halda serfrøðingar.

Framferðarhátturin at oyðileggja alt eftir seg, ræna og drepa sivil, er ikki nakar nýggjur framferðarháttur.

– Týningarhugurin er sera líkur. Oyðingin av Mariupol í Ukraina er tann sama sum í Groznyj í 1999–2000, sigur Pavel Baev, professari í PRIO, skrivar VG.

– Tað eru eisini munir, men annað er sera líkt. Søgan endurtekur seg, sigur Baev.

Hann undirstrikar at tað var Tsjetsjenia-kríggið sum fekk Putin til valdið og sum legði grundina undir leiðaranum tann óroyndi Putin fór at gerast.

– Nú er Putin farin í kríggj móti Ukraina uttan at kenna munin. Tsjetsjenia-kríggið var ein stórur sigur, og nú vil hann hava ein nýggjan sigur. Men hesaferð fór hann skeivur, sigur Pavel Baev.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo