Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Samlaðu innlánini eru lækkaði úr 25,7 mia. kr. í januar 2021 niður í 19 mia. kr. í mars 2021 eftir at danska deildin hjá BankNordik varð seld frá.

Útlánini vóru 17,3 mia. kr. tilsamans í mars 2021, og samlaða innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum var 1,7 mia. kr. í mars 2021 í mun til 6 mia. kr. í januar 2021.

Stóra fallið í innlánsyvirskotinum skyldast tí einamest søluni av donsku deildini hjá BankNordik, sí mynd 1.

##med2##

Tað ger ikki stóran mun fyri samlaða innlánsyvirskotið, um grønlendska deildin hjá BankNordik verður tald við.

Innlánsyvirskotið er mest sum á somu stødd, tá einans verður hugt eftir inn- og útlán til føroyskar kundar frá føroysku peningastovnunum.

Innlánsyvirskotið hjá føroysku húsarhaldunum var 3,5 mia. kr. í mars 2021, men verða sethúsalánini í donsku realkredittstovnunum trekt frá, er innlánsyvirskotið hjá húsarhaldunum nærum 250 mió. kr. í mars 2021[1].

Føroysku vinnukundarnir hava størri skuld í føroysku bankunum enn innistandandi, og hava eitt innlánsundirskot á nærum 2 mia. kr. í mars 2021.

Landsbanki Føroya hevur givið út frágreiðing um fíggjarliga støðufestið í føroyska bankageiranum fyri fyrsta ársfjórðing 2021.

Les meira her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo