Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Stóð á jarnbreytini í Ribe 29. apríl 2022. Var á veg heimaftur eftir 4 góðar dagar saman við donsku starvsfeløgunum. Tað var gott at møtast til fundar í sama rúmi, nú Covid-19 ikki longur avmarkaði møguleikan at hittast.

Veðrið var frálíkt alla vikuna. Várið er komið. Snimma á morgni sang fuglurin so fagurliga í trøunum uttanfyri Hotel Dagmar, ið er tað elsta hotellið í Danska ríkinum.

Heimferðin var ikki órógvandi, men á økinum við jarnbreytina virkaði maskinan, ið selur ferðaseðlar, ikki. Eingin kiosk á staðnum seldi ferðaseðlar. Royndi saman við øðrum ferðandi at fáa ein ferðaseðil, men einki úrslit spurdist burturúr.

Nøkur ferðandi góvu skarvin yvir og fóru aðrar vegir. Hevði góða tíð og fall í prát við tveir menn, ið samlaðu fløskur. Eftir útsjóndini at døma, var lívið torført. “Vit samla fløskur til lívsins uppihald”, – segði tann eini.

Varð spurdur hvørji ørindi míni vóru. Kunnaði teir um, at eg var føroyingur og hevði verið á fundi saman við teimum donsku biskupunum. Segði teimum, at maskinan virkaði ikki, so eg mátti finna eina aðra loysn, nú leiðin lá til Keypmannahavnar.

“Vit skulu hjálpa tær”, søgdu báðir menninir at kalla samstundis. Teir fóru yvir til maskinuna og spurdu, um tað var til Keypmannahavnar, ið eg skuldi.

“Set nú gjaldskortið í maskinuna og rinda fyri ferðina. Nú er í lagi!”

Jú, so var. Undrandi og takksamur beyð eg teimum ein peningaseðil fyri hjálpina, tí fløsku hevði eg onga at geva teimum.

Teir ristu við høvdinum. Annar teirra segði: “Hetta er einans ein lítil tænasta, nú tú eisini arbeiðir fyri okkara Harra og Meistara.” Og so var tøgn eina góða løtu.

“Vit kenna mannin, ið dómkirkjan prædikar um, men vit kenna hann enn betur frá løtunum í Kirkens Korshær. Har býr Jesus saman við okkum, og hansara fólk geva okkum at eta, tá ið vit eru svangir. Tey veita okkum innivist um veturin.”

Í klædningi og slipsi fekk eg hjálp frá tveimum monnum, ið einki áttu og samlaðu fløskur til tess at klára dagin. Inni í høvdinum á mær sjálvum sá hetta øvugt út. Hvør hjálpir hvørjum, hvar og nær? Spurningurin fylgdi mær, og andaktin er skrivað í tokinum, meðan vit vóru ávegis til Keypmannahavnar.

Tíbetur er Guðs ríki ikki teknað og ei heldur bygt av mær. Guðs ríki er øðrvísi, enn vit og skil megnar at hugsa. Setti mær sjálvum spurningin: Trýr biskupur, at hann arbeiðir fyri sama Harra og Meistara, ið teir báðir menninir søgdu seg arbeiða fyri?

Tá ið vit leggja fram ætlanir um lív og vøkstur í kirkjuni, hava vit innroknað ella avskrivað teir báðar menninar, ið eg hitti á jarnbreytini í Ribe? Hvat við teirra starvsfeløgum? Spurningurin er rannsakandi. Vit mega svara ærliga og vera sonn móti sannleikanum um Jesus, okkum sjálv og onnur.

Nei, valla seta vit nakra andaliga skipan í verk og rokna við, at verkið verður borið av teimum, ið standa niðarlaga á sosiala stiganum. Hinvegin hevur bøn og gerningur teirra ússaligu og veiku mangan verið mær til ríka signing.

Jú, biskupur trýr, at teir báðir menninir á jarnbreytini í Ribe kendu Jesus. Eri als ikki í iva um, at so er. Tað somu trúnna undir øðrum umstøðum havi eg upplivað í míni tænastu í tí heimliga.

Hinvegin veit eg við vissu, at vegur teirra trúgvandi ikki altíð er lættur. Avbjóðingar av ymiskum slagi møta á lívsleiðini. Tað er andaligur vísdómur at geva hvør øðrum ein møguleika. Vit mega ikki avmarka ella avskriva onnur menniskju og møguleikar teirra at trúgva á Jesus. Vit mega ikki taka trúnna frá einum av Guðs minstu.

Guðs minstu, hvørji eru tey? Er tað vist og satt, at hesir báðir menninir í Ribe teljast millum tey smáu í Guðs ríki? Er tað í heila tikið munur á menniskjum í Guðs ríki?

Guð er tann einasti, ið til fulnar megnar at svara spurninginum. Guðs ríki er Guðs, og avgerðin um ríkið og børn ríkisins er hansara. Tað liggur ein sonn og frígerandi gleði í hesum veruleika. Guðs er avgerðin um gudsbarna kor og rættindi.

Óhóskandi er at umrøða ella lýsa støðu teirra, ið hava avbjóðingar, í romantiskum vendingum. Ei heldur sigur tað nakað stórvegis um trúgv okkara, at vit ganga í klædningi, slipsi og fínum svartaskóm.

Guð hyggur at hjartanum og tí, ið bilgist barmi í. Einki er líkamikið, men tað innara vinnur á tí ytra. Støðan í hjørtum várum er avgerandi. At eiga Jesus í hjartanum er lívsins størsta ríkidømi, hóast klæðini kunnu vera rivin og slitin.

Fari at senda Kirkens Korshær nakrar krónur, so teir báðir menninir fáa mat og innivist. Ein tænasta er aðra verd. Eisini tænastan í Jesu navni. Amen.

Orðið: “Men roynið altíð at gera tað góða, bæði hvør móti øðrum og móti øllum!” (Fyrra Tessalónikubrævið 5,15).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo