Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Samráðingarnar ímillum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið byrja aftur týsdagin.

Hesum boðar Pedagogfelagið frá á heimasíðuni.

Sáttmálin fór úr gildi í oktober í fjør, og partarnir hava ikki hitst síðani november 2020.

- Felagið lat sáttmálakrøv inn í september 2020. Samfelagið var tá sera merkt av koronafarsóttini, og vóru okkara krøv merkt av tí. Nógv vatn er runnið í ánni síðani tá, størri bjartskygni valdar og vit bæði vænta og krevja, at arbeiðsgevararnir hava alt hetta í huga, tá partarnir møtast við samráðingarborðið, sigur Pedagogfelagið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo