Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

LGBT Føroyar: LGBT Føroyar bjóðar nú á fyrsta sinni samrøðubólk til tvørkynd.

Í samrøðubólkinum kunnu tvørkynd deila sínar royndir, tankar og upplivingar. Tú lurtar og lærir frá hinum í bólkinum, og kann stuðla og hjálpa øðrum í somu støðu sum tú.

Tað hevur stóran týdning at kunna tosa við onnur í somu støðu. Onnur sum skilja, hvussu ein hevur tað.

Samrøðubólkurin er ikki viðgerð, men eitt stað har fólk í somu støðu kunnu fáa ráðgeving, stuðul og hjálpa hvør øðrum.

Øll verða hoyrd, sædd og tikin í álvara og tað er púra upp til ein sjálvan, hvat ein ynskir at deila við hini í bólkinum.

Samrøðubólkurin verður eitt frírúm, har tú kanst verða akkurát tann tú ert uttan fordøming.

Samrøðubólkurin hittist annað hvørt hóskvøld kl. 19.00-21.00 í hølinum hjá LGBT í Tórsgøtu 16 í Havn.

Tað verður sálarfrøðingurin Bjørt Lind, sum leiðir bólkin. Bjørt starvast í løtuni sum námslektari á Setrinum, og hevur eisini sálarliga viðgerð við bæði einstaklingum og pørum. Bjørt hevur royndir við samrøðubólkum, og hevur eisini arbeitt við tvørkyndum ungum.

Tað er ókeypis at taka lut og tú meldar teg til samrøðubólkin við at senda teldupost til lgbt@lgbt.fo ella við at senda boð á facebook.

Freistin at melda til er mikudagin 10. mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo