Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólkaheilsuráðið: Monika Mohr, Cand.mag. í sálarfrøði og heilsufremjan/heilsustrategi, byrjar sum samskipari í Fólkaheilsuráðnum 1. november.

Monika hevur drúgvar royndir við verkætlanararbeiði, miðling av heilsuboðskapum, innan vegleiðing, ráðgeving og sjálvboðið arbeiði. Hon hevur royndir við at menna, leggja ætlan fyri og til at skipa fyri heilusfremjandi tiltøkum og átøkum í praksis.

Við sínari bakgrund og vitan um fólkaheilsu og heilsustrategiir og royndum við heilsufremjandi arbeiði, vil hon vera við til at skapa betri umstøður fyri, at íbúgvar í Føroyum kunnu fremja sína heilsu og ávirka heilsuna hjá hvør øðrum jaliga. Hon hevur fleiri ára royndir við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu. Hon hevur eisini royndir við øðrum verkætlanum um sálarliga heilsu.

Monika er analytisk sterk og hevur góðar førleikar innan verkætlanararbeiði og kvalitativa gransking og kemur, umframt at taka sær av verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, at taka sær av kvalitativum kanningum, sum eru í gongd hjá Fólkaheilsuráðunum.

Fyri Moniku hevur tað týdning, at arbeitt verður við heilsu út frá einum breiðum sjónarhorni, ið er við til at fremja bæði sosialu, kropsligu og serliga sálarligu vælveruna hjá borgarunum.

Føroyska verkætlanin, ABC fyri sálarliga heilsu, sum nú er ment til eitt tjóðarátak í Føroyum, og sum fleiri ferðir er róst í altjóða miðlum, hevur trý ár á baki.

“Hesi trý árini er eitt stórt arbeiði gjørt fyri at gera borgarar, stovnar og samfelagið sum heild meira tilvitað um týdningin av virksemi, felagsskapi og hugbundni í einum heimi, sum broytist skjótt. Nú skal arbeiðast hart fyri, at seta ABC-grundreglurnar betri í verk úti í samfelagnum, serstakliga fyri okkara ungu borgarar,” sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo