Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Vit sóknast eftir avloysara fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi

Starvið
Vit søkja eftir einum dugnaligum samskipara fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi. Talan er um eitt tíðaravmarkað fulltíðar starv í einum spennandi arbeiðsumhvørvi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Starvið verður sett hálvan januar 2021 og eitt ár fram. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar, og tú fært møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga á fleiri mótum.

Samskiparin røkir m.a. hesar uppgávur:

• Journal og menning av journalskipanini
• Samskipa og fyrireika ymiskar arbeiðsuppgávur í deildunum á Tinghúsvegnum
• Verða við á fundum og skriva fundarfrágreiðingar
• Málsviðgerð
• Umsita virkisøki, sum verða løgd til samskiparan
• Aðrar umsitingarligar uppgávur og rættlestur
• Aðrar uppgávur

Førleikakrøv og royndir
Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving. Tað er ein fyrimunur, at umsøkjarin hevur hollar royndir í skrivstovuyrkinum og innlit í almenna fyrisiting.

Harumframt ynskja vit ein persón, sum:

• Arbeiðir sjálvstøðugt
• Er røkin og fyrikomandi
• Hevur eitt jaligt, ágrýtið arbeiðslyndi
• Megnar at arbeiða undir tíðartrýsti og ofta við fleiri uppgávum í senn
• Kann rættlesa føroyskt, og annars dugir væl danskt og enskt
• Hevur góð samstarvsevni og fegin tekur eyka tøk, tá ið tørvur er á tí

Løn og setanartreytir
Starvið verður flokkað eftir førleikum sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Setanarøkið fevnir um Uttanríkis- og mentamálaráðið og stovnar undir tí. Bygnaðarliga er starvið partur av Aðalskrivstovuni.

Nærri kunning um starvið
Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Poul Geert Hansen, aðalstjóra, á tel. 555010 at fáa nærri upplýsingar.

Umsóknir
Umsókn við prógvum, lívsrensli (c.v.) o.ø. skal sendast við telduposti til ummr(at)ummr.fo

Umsóknir skulu vera Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. november 2020. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita uttanríkismál, undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru
uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Sí nærri á heimasíðu ráðsins www.ummr.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo