Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Flaggdagin tann 25. apríl gekk leiðin til Runavíkar at halda flaggrøðu. Tað var ein fyrikomandi borgarstjóri, ið tók ímóti og bjóðaði vælkomin og vil eg takka borgarstjóranum, Torbirni Jacobsen,  fyri sýndan heiður og góða móttøku. Tað var sum heild ein hugaligur dagur, har ítróttarfólk, skótar, fyrireikarar og fjarðbúgvar annars settu sín serliga dám á.

Ein flaggrøða er ikki bara einhvør røða, men ein røða, sum talar til okkara samleika, okkara felags útgangsstøði, okkara stavnhald sum fólk, okkara virðisgrundarlag, og alt tað, vit hóast alt eru samd um. Í røðu míni nevndi eg m.a.:

“Vit eiga ein dýrabæran arv, sum vit hava fingið frá teimum, ið undan okkum eru farin, og sum vit eiga at bera komandi ættarliðum. Hetta land og hetta fólk, sum vit eru øll so ómetaliga góð við, hava vit øll ábyrgd fyri, og vit mugu ikki gloyma, at eins og vit byggja á herðarnar á okkara forfedrum, skulu okkara eftirkomarar byggja á okkara herðar”

Hetta fekk meg at hugleiða víðari um ta stóru ábyrgd, vit sum politikarar hava um at standa saman um og arbeiða fyri felags loysnum til frama fyri fólk og land.

Komandi ár verður koyrandi undir Tangafjørð. Farleiðin millum Havnina og Skálafjørðin fer at styttast úr 1 tíma niður í 15-20 minuttir. Hetta fer at geva okkum nógvar fyrimunur og nógvar møguleikar fyri samstarvi, har bert hugflogið setir mørk. Fyri at taka eitt dømi um, hvussu vit kunnu lætta um ferðslutrýstið millum økini, so ber til eitt nú at seta ein “shuttlebuss” at koyra javnan millum Skálafjørðin og Havnina.

Meirilutin í Tórshavnar býráð hevur eisini viðgjørt spurningin um fara undir eitt ítøkiligt menningarsamstarv við bygdirnar kring Skálafjørðin, og hava tí í hyggju at seta ein politiskt óheftan arbeiðsbólk, sum er breitt umboðandi fyri allar partar, sum skal varpa ljós á samstarvsmøguleikar í framtíðini. Samstarv innan mentan, ítrótt, flutning o.s.fr. er upplagt.

Hóast vit eru fullgreið yvir og samd um avbjóðingarnar viðvíkjandi øktu ferðsluni, og at innkomuvegirnir eiga at gerast ongantíð ov skjótt, so eiga vit ikki at stara okkum blind uppá hesar trupulleikar. Vit eiga at lata eyguni upp fyri teimum sera mongu ágóðunum við at fáa Føroyar verða sambundnar, og at tað nú verða 88% av Føroya fólki, ið koma tættari at hvørjum øðrum. Hetta fer at skapa heilt aðrar fortreytir fyri eitt nú tænastuvinnuna og fyri vinnulívið sum heild.

Pallurin hendan flaggdagin var settur og súmbolikkurin í virðinum í Merkinum var tí eyðsýndur og týðiligur.

Samanhald heldur enn sundurlyndi. Samanhald og samstarv byggir land og tað gevur úrslit, ið er øllum okkara borgarum at gagni.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo