Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Eitt øki í landinum, sum er serstakt, og kann koma at kenna avleiðingarnar av minstamarkinum, er Suðuroyggin. Men skúlastjórarnir á stóru skúlunum í oynni, skúlum við 10. lfokki, meta ikki, at ein samanlegging er ein gongd leið. Skúlastjórarnir í Vági og á Tvøroyri mæla til samstarv og vilja menna samstarvið, ið longu er um 10. flokkarnar frammanundan.

- Talið er nakað minni júst í ár, men seinastu tvey skúlaárini hava tað verið um 40 næmingar tilsamans í 10. flokki, og hevur hetta verið javnt býtt millum skúlarnar á Tvøroyri og í Vági. Mælt verður til samstarv um 10. flokkar, so at eindirnar verða um 100-200 næmingar. Orsakað av fjarstøðuni til aðrar skúlar er eyðsýnt, at í Suðuroynni ber illa til at samstarva við onnur øki. Hetta í sjálvum sær talar fyri, at skulu næmingarnir í Suðuroynni hava javnbjóðis tilboð, sum næmingarnir í restini av landinum, skal ein gerast ein serskipan, sigur John Henrik Holm, skúlastjóri í Vágs Skúla.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo