Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Á myndini síggjast: Birgir Djurhuus, kassameistari í Havnar Sjónleikarafelag, Annfinn Brekkstein, formaður í Mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, Hanna Flóvinsdóttir, forkvinna í Havnar Sjónleikarafelag og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar kommuna og Havnar Sjónleikarafelag hava gjørt nýggja samstarvsavtalu um virksemi fyri 2021.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Hanna Flóvinsdóttir, forkvinna í Sjónleikarafelagnum, undirskrivaðu sáttmálan.

Ymiskt spennandi er á skránni hjá Havnar Sjónleikarafelag komandi árið. Bæði sjónleikir og ymisk onnur fólkslig tiltøk. Eitt nú er ætlanin at hava opið hús á ólavsøku, so Sjónleikarhúsið verður ein enn størri partur av lívinum í býnum á ólavsøku.

Kommunan hevur í mong ár stuðlað Havnar Sjónleikarafelag. Hetta er fjórðu ferð, at slík formlig avtala er gjørd. Avtalan er gjørd fyri at stuðla og menna samstarvið millum felagið og kommununa. Endamálið er at tryggja karmarnar til, at Havnar Sjónleikarfelag sum sjálvsognarstovnur kann menna mentanar- og listaligt virksemi og tilboð til tess at veita enn betri upplivingar fyri so nógvar borgarar sum gjørligt. Avtalan skal gagna virkseminum og tiltøkum hjá felagnum.

Í avtaluni vera eisini sett ítøkilig mál um virksemi og átøk. Kommunan letur 800.000 kr. í stuðli í 2021 til felagið, ið m.a. fer til at halda søguríka bygningin og til tiltøk o.a.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo