Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mánamorgunin var samkoma í bygdarhúsinum í samband við at samstarvsavtala varð undirskrivað millum Reyða Kross Føroyar og Vága kommunu um vitjanarvinir. Tað vóru Jóannes Eidesgaard, formaður fyri Reyða Kross Føroyar og Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri sum undirskrivaðu avtaluna millum partarnar.

Vitjanarvinur, er ein tænasta sum Reyði Krossur Føroya bjóðar. Endamálið við vitjanarvinir tænastuni er, at basa einsemi hjá fólki sum sita einsamøll heima. Ein vitjanarvinur er ein persónur, sum sjálvboðin bjóðar seg fram til at vitja fólk.

Tænastan sum vitjanarvinur hevur virkað í Vága kommunu í longri tíð, men nú hava Reyði Krossur Føroya og Vága kommuna skjalfest og undirskrivað eina formliga avtalu.

Avtalan sigur millum annað, at partarnir í felag virka fyri at økja um trivnaðin hjá menniskjum, ið kundu hugsað sær regluliga vitjan frá vitjanarvini frá Reyða Krossi. Vága kommuna hevur høvuðsábyrgdina fyri vitjanartænastuni hjá Reyða Krossi í Vága kommunu, men kann venda sær til skrivstovuna ella virksemisleiðaran, um tað er neyðugt. At partarnir í felag bjóða sjálvbodnum á førleikamennandi skeið innan vitjanartænastu. At partarnir eftir tørvi taka felags tøk til tess at hjálpa teimum, ið eru mest viðkvom.

Fyri at gerast vitjanarvinur skalt tú vera minst 18 ár, vera álítandi, vinarlig/ur og virða menniskju, sum tey eru. At bjóða seg fram sum vitjanarvinur er til stóra gleði hjá tí sum fær vitjan, men eisini hjá henni ella honum sum bjóðar seg til at gerast vinur.

Linda og Henrik eru vitjanarvinir hjá einum eldri manni. Tey eru sera fegin um at hava henda møguleika. Tey siga soleiðis:

“Løtan, ið vit brúka einaferð um vikuna at vitja ein fittan hugnaligan vitjunarvin, er sera gevandi. Mann blívur glaður heilt inn í hjartað at síggja gleðina í hansara andliti, tá vit koma. Løtan, har hann nýtur at fáa vitjan, har hann veit, at í dag sleppur hann út ein túr. Á okkara bilitúrum fáa vit nógv at vita um tey ymsu støðini í býnum, ið vit ikki kendu søguna um. Látur og góðar søgur. Ella vit sita heima og hava eitt hugnaligt prát og fáa okkum ein góðan kaffimunn.
Fyrsta túrin vit vóru var tað fyrsta, hann segði: ”Sum hetta er fantastiskt, eg havi ikki verið úti í meira enn eitt ár!!!””

Samskiparin fyri vitjanarvin tænastuna í Vága kommunu er Hansia Nattestad, og kunnu tey sum ynskjast at geast vinjanarvinur venda sær til hennara. Somuleiðis tey ið ynskja at fáa ein vin á vitjan kunnu venda sær til Hansiu við fyrispurningum.

“Vit gleðast um at hava fingið formaliserað tænastuna hjá Reyða Krossi Føroyar um vitjanarvinir í Vága kommunu. Vit ynskja øll at okkara eldru, og annars tey sum sita einsamøll heima fáa ein innihaldsríkan dag. Tað liggur ongin skomm í at biðja um at fáa ein vitjanarvin. Tað kann vera, at nærmasta familjan er langt burtur og ikki hevur møguleika fyri at koma inn á gólvi so ofta sum tey ynskja, og tað kann eisini vera, at tað eru onnur ting enn tað sum man til dagligt tosar við familjuna um, sum man tosar við ein vitjanarvin um, onnur áhugamál, samfelags viðurskifti og søgur frá gamlari tíð,” sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo