Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í dag hava Tórshavnar kommuna og sjálvsognarstovnurin Føroya Symfoniorekstur skrivað undir samstarvsavtalu.

Samstarvsavtalan skipar viðurskiftini millum Tórshavnar kommunu og herundir Tórshavnar musikkskúla yvirfyri Føroya Symfoniorkestri. Kommunan hevur í mong ár stuðlað Symfoniorkestrinum fíggjarliga og havt ymiskt samstarv. Nú hava partarnir fingið skipað samstarvið við eini greiðari avtalu, umframt at stuðulin er hækkaður munandi.

##med2##

Í avtaluni liggur m.a. at Tórshavnar kommuna stuðlar Symfoniorkestrinum við 490.000 kr. í 2021, umframt ásetingar um fak, undirvísingar- og tónleikaligt samstarv millum Musikkskúlan og Symfoniorkestrið, herundir eisini at orkestrið kann hava nótagoymslu á skúlanum og atgongd til ymiskar hentleikar har.

Við hesi avtaluni ber í enn størri mun til hjá Symfoniorkestrinum at náa sínum endamáli m.a. við at reka symfoniorkestur á høgum stigi, og við konsertum og øðrum tónleikaligum virksemi at nøra um og styrkja ansin fyri tónleiki; og við hesum at gera tónleikalívið her á landi fjølbroytt og dygdargott.

##med3##
Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari, Jóhan Hentze, samskipari á Tórshavnar musikkskúla, Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, Jógvan Thomsen, formaður í Føroya Symfoniorkestri, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri, Jákup Simonsen, nevndarlimur í Føroya Symfoniorkestri.

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo