Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum persónum

Spurningar:
1. Er nøkur ætlan um, í samráð við og eftir ynski frá kommunum, at hækka viðbótina fyri at ansa eldri og óhjálpnum persónum?

2. Um ja, hvussu nógv er ætlanin at hækka samsýningina, og nær er ætlanin at seta hækkingina í gildi?

3. Er nøkur ætlan um at endurskoða treytirnar fyri at gerast ansari?

Viðmerkingar:
Skipanin við at samsýna fólki fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima varð - saman við eldraøkinum - løgd út til kommununar at umsita í 2015.

Skipanin er tann, at avvarðandi kunnu søkja kommununa um samsýning fyri at ansa til dømis einum eldri persóni, ið hevur tørv á røkt og støðugari hjáveru heima í staðin fyri, at viðkomandi skal á røktarheim.

Samsýningin er tann sama í dag sum í 2015, kr. 10.789 um mánaðin. Frá 1. januar 2019 verður eftirløn tó løgd oman á veitingina.

Treytin fyri at fáa hesa samsýning er, at viðkomandi ansari bert í lítlan mun átekur sær annað arbeiði, sum í mesta lagi kann vera 20 tímar um vikuna.

Í samband við eftirmetingina av eldraøkinum er tað komið fram, at talið á teimum, ið gerast ansarar, fækkast, og at ein orsøk møguliga er lága lønin, sum ikki er hækkað síðan 2015.

Eisini stendur í eftirmetingini, at lógin um almannatrygd ásetur heimaansing av t.d. fólki undir fólkapensjónsaldur, har samsýningin vegna mista arbeiðsinntøku í mesta lagi kann verða 25.000 kr um mánaðin. Hesin leistur kundi eisini verið nýttur á eldraøkinum.

Skipanin við ansara gevur borgarum ein valmøguleika, so tey kunnu vera í egnum heimi sum longst. Fyri at fáa greiðu á, um ætlanin er at dagføra skipanina, verður hesin spurningur settur.

Á Løgtingi, 19. januar 2022
Eyðgunn Samuelsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo