Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bert eitt mál var á skránni á eykabýráðsfundinum í dag, tað var útstykkingin omanfyri Argjahamar. Málið snúði seg um at heimila umsitingini at gera sáttmála við MT Føroyar um íverkseting av útstykkingararbeiðnum og at játta pening til endamálið.

Málið var frammanundan samtykt í bæði byggi- og býarskipanarnevndini, teknisku nevnd og í fíggjarnevndini.

Útstykkingararbeiðið varð boðið út til tríggjar arbeiðstakarar. MT Højgaard Føroya hevði nógv lægsta tilboðið. Um tikið verður av hesum tilboðnum metir umsitingin, at samlaða útstykkingararbeiðið kann gerast fyri góðar 62 miljónir sambært samlaðu kostnaðarmetingini. Lendið kostaði um 13 miljónir kr.

Planeraðu og byggikláru stykkini verða sett til sølu, so hvørt sum arbeiðið líður, og fíggjar henda sølan kostnaðin av útstykkingini.

Tekniski stjórin, býararkitekturin og býarverkfrøðingurin mæltu til at heimila umsitingini at gera sáttmála við MT Højgaard Føroyar um verkseting av útstykkingararbeiðinum við støði í tilboði teirra og at játta útlegg fyri arbeiðið fram til sølu av grundøkjum í 2024.

Málið varð einmælt samtykt.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði eftir fundin, at talan er um onki minni enn eina sólskinssøgu. Í hesi størstu útstykkingini nakrantíð kunnu verða útivið 200 bústaðareindir.

Hvussu hetta verður gjørt er næsta stig í málinum. Nú verður farið undir byggibúningina, og síðan skal finnast útav, hvussu býtið skal verða millum størri og minni búeindir, raðhús, sethús, eldraíbúðir, lutaíbúðir o.s.fr. - alt eftir tørvi og eftirspurningi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo